Upplivilsini, sum fólk fáa á møtunum hjá Toronto-rørsluni, eru vorðin síðustillað við Guðs orð, sum lisið verður í Bibliuni.
»Tað er vandamikið, tá tað ikki er gjøgnum Orðið, men gjøgnum fyribrygdi og upplivilsir, at Guð boðar náði sína,« sigur Peter O. K.Olofsson, sóknarprestur í Fuglafirði.
»Eg havi bara upplivað still og friðarlig møtir,« sigur Jenis av Rana, sum er ein av fyrireikarunum av møtirøðini, sum verður í Havn í vikuni.
Jenis av Rana sigur, at tað koma eini 15 - 20 fólk higar frá samkomum í Ohio í USA og Toronto í Canada. Tveir prædikumenn og restin eru sonevndir fornbiðarar, sum hjálpa fólki í bøn.
Jenis av Rana, sum er kommunulækni í Tórshavn, váttar, at tað kann henda, at fólk, sum hava verið sjúk leingi, gerast frísk á møtunum hjá rørsluni.
Og sum lækni hevur hann ongar trupulleikar av tí. Hann sigur, at tá hann er á møti, er hann ikki lækni og hugsar ikki um at stilla diagnosur.
»Vit vita, at tá tú kemur nærri Harranum, kann henda, at tú verður frískur. Og Harrin hugsar ikki um diagnosur, men bert um menniskjað,» sigur Jenis av Rana.
Men grøðingin er ikki nakar »centralur« partur av møtunum, sigur hann.
Orðið er kletturin
Peter O.K.Olofsson, sóknarprestur í Fuglafirði, metir ikki, at læran hjá Toronto-rørsluni heldur.
»Tað er altíð positivt, at fólk verða endurnýggjað og frelst,« sigur hann. »Men her er spurningurin, hvør keldan er til endurnýggjanina. Upplivilsini ella Bíblian.«
Nú er tað ikki longur gjøgnum Orðið og sakramentini, at Guð ber fram náði sína, men gjøgnum upplivingar. Og ikki er lætt at skilja í millum, um hesar upplivingar koma frá Guði, ella tær eru nakað, sum menniskjuni sjálv finna uppá, sigur Peter Olofsson.
Og hann undirstrikar, at tað er greitt, at tá bygt verður á fyribrygdini, ríður støðið undan. Men verður hinvegin bygt á Orðið, stendur tú á fastari klettagrund.
Fólk detta
Eitt, sum ofta hevur verið ført fram, tá fólk tosa um Toronto-rørsluna, er, at fólk fara upp at ristast, gala sum hanar og detta frá hond á gólvið.
Jenis av Rana sigur, at tað er rætt, at fólk detta. Men tað var ikki hesum, fólk vóru mest upptikin av.
Frá eini keldu, sum hevur upplivað eitt slíkt møti, veit Sosialurin, at fólk standa aftan fyri og líkasum bíða eftir, at nú fer tann og tann at fáa eini herðindi, sum enda við at hann dettur. Fyri at viðkomandi ikki skal fáa skaða av fallinum, stendur ein annar persónur klárur at lofta honum.
Júst hetta er nakað av tí, Peter O.K.Olofsson, sóknarprestur, sipar til, tá hann ivast í, um upplivilsini koma frá Guði ella monnum.
Og tað er ræðandi at vita sær, at um fyribrygdini og upplivilsini ikki vísa seg, merkir tað, at Guðs náði eisini er burtur.
Peter O.K.Olofsson, sóknarprestur í Fuglafirði sigur, at hann bert kann ráða fólki frá at fara á møtini hjá Toronto-rørsluni.