– Vit vilja aktivera ung til at hjálpa hvørjum øðrum, siga fyriskipararnir Edtih og Linda samdar, tá eg tosi við tær til tiltakið fríggjakvøldið. Bólkarnir Euthanasia (sum venur dagliga á staðnum), Guðrið Hansdóttir, The Ghost og Boys in a Band hava júst framført inni í stóra felagsrúminum, har pallurin er. Nú ljóma tónar frá telduhølinum, har DJ Knýtil leggur plátur á, meðan eitt hugtakandi video frá Mariannu Mørkøre koyrir í øllum telduskíggjunum.
Betri tænasta til tey ungu
Linda greiðir mær frá, at hugskotið til hetta stavar frá líknandi verkætlanini, ið tey fyrr hava skipað fyri, “Børn hjálpa Børnum”. Tá er peningurin farin til at hjálpa einum barnaheimi í Sri Lanka og til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Nú snýr tað seg um tey ungu, at seta tey í gongd við at hjálpa hvørjum øðrum, soleiðis at teimum kann verða boðin betri ráðgeving, stuðul og undirhald í samfelagnum, tey liva í.
– Vit gera hetta tiltakið saman við teimum ungu, sum koma her í Margarinfabrikkina. Við at arbeiða saman við teimum, fáa vit tey í gongd við at hjálpa hvørjum øðrum. Tey eru ordiliga við uppá tað, eru røsk at gera klárt, stilla upp, selja í kioskini, rudda upp osfr. Tey siga sjálvi, at við at gera hetta, hjálpa tey í grundini eisini sær sjálvum, og tað er tað eisini nakað um. Tey gera sær sjálvum eina tænastu við at arbeiða sjálvboðin, tí allur peningurin fer beinleiðis til at betra um tænastur til tey sjálvi, sigur Edith.
Positivt aftursvar
– Vit hava fingið ógvuliga positivt aftursvar frá fólki, ið vit hava tosað við um verkætlanina. So skjótt vit nevna, at peningurin fer til at hjálpa ungum, eru tey við. T.d hava við lænt trummusett frá Rulio, Elding hevur veitt okkum backline (t.e forstyrkjarar osfr), øll stravsfólkini arbeiða sjálvboðin, og bólkarnir spæla ókeypis. Føroya Ungdómsráð (FUR) hevur stuðlað okkum peningaliga til at framleiða blusirnar, ið vit selja, og grafikkin á blusunum hevur 17 ára gamla Solveig Hansen gjørt. Eisini hava vit fingið hópin av málningalist frá ymsum sera dugnaligum listafólki. Vit høvdu eina uppboðssølu, har vit seldu málningarnar til hægstbjóðandi, men undirtøkan var yvirraskandi vánalig. Vit ætla tó at hava eina aðra uppboðssølu um stutta tíð, og vit vóna, at tað tá fer at eydnast at selja allar málningarnar, greiðir Linda frá.
Tað einasta, ið teimum væntar, er at almenningurin gerst varugur við verkætlanina. Tað eru nevniliga tey fólkini, sum ikki eru involverað í verkætlanini, ið mugu stuðla við at keypa málningarnar og blusirnar. Hetta fyri at “Ung hjálpa ungum” fær savnað tann peningin inn, sum tey hava ætlað. Peningurin fer óskerdur til “Tú og eg” ráðgevingina, sum hevur rætta tilfeingið og fólk við heimild og førleika at umsita hann til at veita betri tænastu til tey ungu í samfelagnum.
Blusirnar kann ein altíð ogna sær í Margarinfabrikkin, og uppboðssøluni fara tey at lýsa við, tá ásett er, nær hon skal vera aftur.
Margarinfabrikkin eitt ævintýr
Síðani summarferiuna hava starvsfólkini í Margarinfabrikkini arbeitt við at gera húsið pent og hugnaligt hjá fólki at vera í. Og tað sæst! Hølini hava fingið feitan stíl, litir og innbúgv. Scrub-art dreingirnir hava sett sítt merki í fleiri av rúmunum við eyðkenda street-art stílinum hjá sær. Listafelagið Pixel hevur broytt vesini frá einans at vera betong-rúm til at vera eitt fitt, spennandi ævintýraland, har ein gleðist bara við at traðka inn. Hugni er í øllum rúmunum; veggirnir prýddir við tapeti og litfagrari máling, skíggjar av nýggjasta slag eru til teldur og sjónvarp osfr. Hetta er eitt deiligt stað til børn og ung at halda til í, at hava smærri konsertir og tiltøk annars í og ikki minst at lata bólkar venja í.
Mennandi umstøður, skapandi ungdómur
Tað er gott at síggja, at undirtøka er fyri hesum, og at Býráðið hjálpir húsinum so væl. Um tað ikki er eitt slíkt stað, so er ikki nógv annað til ungdómin at fara til. (her hugsi eg serliga um tey, ið eru undir 18 ár) Men m.a ígjøgnum samstarvið millum Margarinfabrikkina og “Tú og eg ráðgevingina”, haldi eg, at tað sæst eitt rættiliga bjart ljós fyri framman; at tað er møguleiki fyri at skapa eitt gott, avbjóðandi og eggjandi umhvørvi fyri børn og ung. Eg haldi tí eisini, at tað er týdningarmikið, at fólk stuðla hesari verkætlanini, tí eg trúgvi, at vit sum samfelag fáa nógv meira virkin og skapandi menniskju burturúr, um vit eru við til at geva teimum góðar, uppbyggjandi umstøður at mennast í.
Eg vóni, at verkætlanin “Ung hjálpa ungum” nær teimum málum, ið fólkini aftanfyri hava sett sær. Í øllum førum var tiltakið seinasta fríggjakvøld ógvuliga væleydnað, fólk hugnaðu sær, slappaðu av, hoyrdu tónleik, dansaðu og prátaðu – og tað í øllum aldursbólkum. Kundi hugsað mær, at hatta var oftari í Margarinfabrikkini. At tað vóru fleiri konsertir av hasum slagnum og tiltøk yvirhøvur. Eg veit, at eg hevði møtt upp hvørja ferð, eg hevði kunnað.