At kalla alt landið í streymloysi

Størsti parturin av landinum er í streymloysi. Vánaliga veðrið ger tað trupult hjá SEV at umvæla brekini, og tí mugu fólk brynja seg við toli. Vánaliga veðrið rakar streymveitingina kring alt landið.

Streymur er í hesum økjum:

Partur av Klaksvík

Eiði og bygdirnar suður til Norðskála

Frá Skálafirði út móti Runavík

Frá Skálafirði út á Strendur

Toftir og Æðuvík

Vestmanna

Partur av Havnini

Nólsoy

Koltur og Hestur

Skopun og Sandur

Suðuroyggin

Alla aðrastaðni í landinum er eingin streymur í løtuni.

Í flestu økjum kann ikki roknast við, at streymurin kemur aftur fyrr enn í morgin. Vánaliga veðrið ger tað ikki ráðiligt hjá fólki frá SEV at umvæla brekini.

Kunning um streymveitingina fæst frá SEV, á telefon 346800 ella á heimasíðuni www.sev.fo