Framsøkin Ung hevði fríggjadagin árliga aðalfundin, sum varð hildin á Parnassinum í Hotel Hafnia.
Klokkan 17 byrjaði formligi parturin. Á skrá var ársfrágreiðing, virkisætlan, roknskapur var framlagdur og nevndarval.
Stórur partur av nevndini varð skiftur út. Nýggjur formaður er Bjarni Rasmusen. Næstformaður er Aleksandur L. Olsen. Kassameistari er Guðrun J. Henriksen. Skrivari er Tóra á Løgmansbø Bláhamar. Nevndarlimur er William Bærentsen.
Tiltakslimur er Kristianna Tórheðinsdóttir.
Formaðurin var einmalt valdur og somuleiðis var næstformaðurin. Tað var tó nevndarval um hinar tríggjar sessirnar.
Nýtt búmerkið varð eisini lagt fram (sum sæst á myndini).
Um búmerki er at siga:
Veingirnir, ofta brúktir sum symbol upp á liberalismuna, her uppteknaðir á ein einfaldan hátt, ið fangar eygað. Prýddir við teim liberalistisku og móðurfloksins litum.
Nýggj heimasíða verður eisini skjótt lanserað.
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, helt eisini framløgu um upprunan til flokkin, virksemi í ár og ætlanir.
Umframt hetta, so helt Høgni Reistrup framløgu um komandi býráðsval hjá Framsókn.