At reingja sannleikan til egnan fyrimun í radaramálinum

Misskiljingar og almennar framsagnir ið reingja sannleikan í radaramálinum mugu halda uppat. Hóast radaramálið seinasta árið hevur fingið nógva miðlaumtalu og støðan hevur verið lýst fjølment í føroyskum miðlum og á donskum tíðindafundum, ynskja summi framhaldandi at venda málinum. Tað hevur har verið greitt frá, hvat málið snýr seg um og hvat endamálið er við, at seta ein eftirlitsradara upp á Sornfelli, men veruleikin verður ferð eftir ferð reingjaður við tí endamálið at fáa landsstýrið og fólkatingsumboðini til at síggja út sum skurkar, ið renna ørindi fyri donsku stjórnina – men á hvørjum grundarlagi verða hesi uppáhaldini bygd uppá?

 

Hóast tað er mótprógvað fleiri ferðir, verður enn sagt, at ein radari verður settur upp í Føroyum, óansæð um føroyingar ynskja tað, ella ikki – hendan grundgevingin heldur ikki. Trine Bramsen, danski verjumálaráðharrin, hevur gjørt greitt í fleiri umførum – fyrstu ferð 12. februar 2021 – at um Føroyar enda við at siga nei, verður hendan avgerðin sjálvsagt vird. Tað skal ikki meira enn ein leiting til á alnetinum fyri at finna fram til hesar útsagnir. Tær eru væl skjalfestar og kunnu lætt og skjótt finnast fram aftur, tí kann hetta kjakið halda uppat, fyrst og fremst.

 

Spurt verður, hví ein radari skal setast upp og hvørt Føroyar nú skulu gerast partur av einari amerikanskari hernaðarætlan – hetta heldur eiheldur. Føroyar verða skilmarkaðar sum land í Arktis. Arktis hevur nógvar geostrategiskar spenningar og stórveldini ynskja alsamt meira ávirkan í økinum. Vaksandi áhugin í Arktis vísir seg aftur í Føroyum, og Føroyar hava, orsakað av staðsetingini mitt í Atlantshavinum, fingið ein væl størri leiklut í valdsstríðnum, og tað høvdu vit fingið óansæð, um vit føroyingar ynsktu tað ella ikki. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit verja okkum og fáa innlit í, hvør flýgur í loftrúminum yvir Føroyum, tí tað hevur víst seg, at stórveldi flúgva yvir høvdum okkara uttan, at vit vita av tí. Tað er tískil fyrst og fremst fyri okkara egnu trygd, at tað er skilagott, at ein radari verður settur upp.

 

Tað hevur eisini verið átalað, at radaramálið – eitt trygdarmál – ikki verður viðgjørt alment, eins og vanlig lógaruppskot, í tinginum. Tað hevur ikki verið vanlig mannagongd, at føra fram trygdarmál alment av fleiri orsøkum. Uttanlandsnevndin, ið løgtingið hevur valt, er sett til júst hetta endamál – at umrøða trygdar- og verjupolitisk mál, ið ikki kunnu verða alment umrødd. Radarin, og onnur mál í sama samanhangi, hava eiheldur verið alment viðgjørd í Fólkatinginum, men í Udenrigspolitisk Nævn, ið er sett av flokkunum í Fólkatinginum. Hesar báðar nevndir skulu umboða annaðhvørt Løgtingið og Fólkatingið soleiðis at hesi mál kunnu viðgerast í trúnaði. Um hetta skal leggjast fram alment fyri tingið, verður man noyddur til at viðgera málið prinsipielt og ikki fara í smálutir.

 

Tá ið samanum kemur, kunnu vit staðfesta, at føroyingar sjálvir eiga avgerðina hvørt radarin skal setast upp ella ikki, radarin skal setast upp fyrst og fremst fyri trygdina hjá føroyingum, og um radaramálið skal viðgerast alment í tinginum, má atlit takast til, at málið ikki kann viðgerast niður í smálutir alment. At blíva við at reingja ein sannleika fyri at skapa ótta í fólkið er púra burturvið, tí tað finnast ongar sakligar grundgevingar ið bakka upp um tey uppáhald, ið verða førd fram ferð eftir ferð.

 

Jaspur Langgaard,

 

løgtinglimur fyri Sambandsflokkin og limur í uttanlandsnevndini