At skilja tað óskiljandi

At skilja tað óskiljandi. Tað roynir leikbólkurin Tvazz, sum við útgangsstøði í einum tilburði í Bretlandi, har tveir tíggju ára gamlir dreingir drupu ein tvey ára gamlan drong, spyr hvat óndskapur er. Hetta er sanniliga eisini ein viðkomandi spurningur í Føroyum, metir Gunnvá Zachariassen, ið er ein av leikarunum

- Eg dugi ikki at hugsa mær nakað verri. At barnið hjá tær verður dripið. At nakar drepur mítt barn, soleiðis ljóðar ein regla úr leikinum »Tey óndu«, sum leikbólkurin Tvazz setir upp í hesum døgum.

Setningurin sleppur ikki at hanga í leysum lofti. Setningurin, ein staðfesting, verður afturvíst við eini enn óhugnaligari staðfesting. Einari staðfesting av einum uppaftur óhugnaligari og óunniligari veruleika, sum eitt foreldrapar í Liverpool í Bretlandi upplivdi í 1993:

- Kanska er eitt kortini. Tó, at tað ikki er verri. Men nakað, sum rúmar líka ófatiliga pínu, sorg og ræðslu. At barn títt er ein mordari. At títt barn hevur dripið. Dripið eitt annað barn.


Leikurin øsir

Hvat er óndskapur? Og er óndskapur ein viðføddur eginleiki? Hetta spyrja tey í sjónleikinum »Tey óndu«, sum verður frumsýndur í annaðkvøld. Gunnvá Zachariasen hevur umsett svenska leikin hjá Niklas Rådstrøm til føroyskt. Ein leikur, sum varð skrivaður í 2006 og frumsýndur í Bretlandi trý ár seinni, í 2009, 16 ár eftir skakandi vanlukkuna í Liverpool, tá tveir smádreingir píndu og bukaðu ein tvey ára gamlan drong til deyða.

Nakað eftir tilburðin 12. februar 1993, stovnaði Lyn Costello felagsskapin »Mothers Against Murder And Aggression«. Og tá leikurin varð sýndur í Bretlandi, var Lyn Costello ein av mongu atfinningarsomu røddunum.

- Hetta verður einans gjørt fyri at vinna pening, og fyri at tryggja rithøvundanum umrøðu, segði hon millum annað við bretska blaðið The Guardian. Í sama blað vísti rithøvundurin sjálvur atfinningunum aftur.

- Aðalmálið er altíð at skapa rúm fyri kjaki, segði Niklas Rådstrøm. Nakað tað sama tykist vera endamálið hjá leikbólkinum Tvazz við at seta »De onda«, sum leikurin eitur á svenskum, upp í Føroyum.


Leikurin er viðkomandi

- Morð er evsta avleiðingin av óndskapi. Í Føroyum hava vit ikki nakað dømi um morð, sum er framt av børnum. Men leikurin er kortini ógvuliga viðkomandi hjá okkum. Er óndskapur ikki eisini til dømis harðskapur og happing, spyr Gunnvá Zachariassen.

Hon vísir á, at 38 fólk sóu teir báðar tíggju ára gomlu dreingirnar fara togandi við tvey ára gamla James Bulger gjøgnum býin, uttan at steðga teimum. Drongurin græt og tað var eyðsæð, at hann ikki vildi við teimum, men eingin gjørdi nakað?

- Tí spyrja vit eisini, um øll hesi 38 eygnavitnini eisini vóru ónd? Er óndskapur meiri enn fastlastur substansur ella kann óndskapur stigbendast? Í øllum førum er greitt, at tá eitt morð er framt, tá er ov seint at koma upp í millum. Vit hava øll ábyrgdina av okkara børnum, sigur Gunnvá Zachariasen og vísir til Barnaverndarlógina, sum greitt ásetur, at vit øll hava fráboðanarskyldu, um vit halda okkum vita um børn, sum ikki hava tað gott.

- Men í Føroyum er forholdini so smá og tað ger tað trupult. Hvat skal gerast og hví skal tað gerast? Leikurin setir nógvar spurningar. Nógv fleiri spurningar enn svar, vísir Gunnvá Zachariasen á.


Provokera ikki fyri at provokera

Sostatt er tað ikki hissini evni, leikbólkurin Tvazz viðger á pallinum í annaðkvøld. Gunnvá Zachariassen ynskir tó at gera øllum greitt, at tey avgjørt ikki provokera bara fyri at provokera.

- Vit ynskja ikki at volka okkum í einum sorgarleiki. Vit vilja viðgera spurningin, sum stendur eftir, nevniliga hví. Tað er spurningurin, sum allatíðina hevur vitjað aftur. Óndskapur er eitt evnið, sum ikki er viðgjørt nógv í Føroyum. Men vit hava óndskap her. Tí er leikurin viðkomandi og kjakið eigur at verða tikið, metir Gunnvá Zachariasen.

Leygarkvøldið fer hon á pall saman við Kjartani Hansen og donsku Tine Gotthelf. Tey bæði Gunnvá og Kjartan tosa føroyskt, meðan Tine tosar danskt. Á tíðindafundi mikumorgunin fingu fjølmiðlarnir ein forsmakk upp á leikin. Staðfestast má, at tað sær ómetaliga áhugavert út – og at tað avgjørt ikki virkar ónatúrligt, at tvey mál verða tosað á pallinum, skuldi nakar ivast í tí.

Undanfarnu leikirnir hjá Tvazz, »Køksdrotningarnar« (2006), »Fundamentalisturin« (2007-2008) og »4,48 Psykosa« (2009) hava allir øst og argað, og sanniliga eisini drigið nógv fólk. Í so máta verður »Tey óndu« einki undantak. Evnið er eins kontroversielt og hini, Tvazz hevur tikið upp. Leikararnir eru framúr, pallmyndin og ljósið tykjast áhugaverd og tey hava góðar royndir við leikstjóranum Petru Berg Holbek. Harumframt er grikski formurin spennandi við kóri og viðmerkjara. Hetta hava tey ikki roynt áður við Tvazz. Heldur ikki hava tey áður havt aldursmark á nøkrum leiki, men hesaferð hava tey sett 16 ára aldursmark á.

- Hetta er ein leikur um børn, men fyri vaksin, sigur Gunnvá Zachariasen.