At vera býráðsformaður er eitt skylda, ið ein ikki kann siga frá sær

Býráðsformaðurin í Klaksvík heldur ikki, at hann sum fólkavaldur kann siga seg sjávan úr formanssessinum í býráðnum, nú Løgtingið hevur samtykt, at ein bert kann hava hálvt alment starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum.

Tá løgtingslimirnir fyri stuttum samtyktu at geva sær sjálvum lønarhækkan, samtyktu teir somuleiðis, at tað frá 1. august ikki skal bera til hjá einum løgtingslimi at hava hálvt alment starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum. Men fólkaflokstingmaðurin, Jógvan við Keldu, er í einari serstøðu í hesum føri. Hann er fólkavaldur í bæði síni almennu størv. Umframt at vera løgtingslimur, er hann eisini býráðsformaður.


Kann ikki nokta

Jógvan við Keldu sigur, at hann ikki heldur seg kunna nokta at sita sum býráðsformaður í Klaksvík. Hann sigur, at fólkið í Klaksvíkar Kommunu hevur valt hann til hetta starv, og tí kann hann ikki bara lata tað frá sær.

Í løtuni heldur Jógvan við Keldu ikki, at løgtingsstarvið og starvið sum býráðsformaður darva hvørjum øðrum . Hann metir seg vera føran fyri at røkja sínar skyldur í báðum hesum størvum. Jógvan við Keldu leggur afturat, at hann valdi at fara í Løgtingið, fyri at umboða og røkta áhugamálini hjá kommununum í útjaðaranum.

Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at hann heldur, at tað meira eru løgtingslimirnir, ið umframt tað vanliga løgtingsarbeiðið hava eina rúgvu av týdningarmiklum nevndarsessum at røkja, ið ikki kunnu hava fult alment starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum. Hann vísir á, at hann ikki hevur nógvar týdningarmiklar nevndarsessir at røkja. Hann er limur í norðurlandaráðnum, ið bert hevur fundir einar fýra ferðir um árið, og harafturat er hann í uttanlandsnevndini, ið hann ikki heldur hava so ógvuliga nógv at gera.


Ætlar ikki at fella millum stólar

Jógvan við Keldu sigur, at hann metir seg vera føran fyri at røkja bæði størvini, men um hann fer at kenna, at hann ikki klárar at røkja bæði størvini til fulnar, so fer hann at umhugsa at gevast í øðrum av teimum. Hann sigur, at hann nevniliga ikki ætlar sær at fella niður millum hesar báðar týdningarmiklu stólarnar, men heldur røkja arbeiðini við lít. Tó sigur hann, at hann hevur ætlanir um at fara at tosa við teir, ið høvdu gjørst varamenn hansara, bæði til løgtingssessin og til býráðssessin, men hann kemur tó ikki nærri inn á hetta enn.