At vera fátækur og tykkin

Gamalt var, at tað nyttar ikki at vera fátækur og tykkin. Tað kann ikki sig­ast um okkum, at vit eru tykkin. Tí klægurnar um fátækdømir hava ikki trotið hesa síðstu tíðina. Tað er ikki eiti á, sum tað hevur ljóðað um tað neyðstøðu, vit pensiónistar eru í. Er nú neyðin so, sum hon ljóðar? Hon er í øllum førum torfør at fáa eyga á.

Tað er ikki rætt at lata standa til og at landið skal taka um endan. Vit mugu øll somul hjálpa til, tað gera vit einans við at spenna lívreimina munandi inn. Tað ljóðar hart, men vit hava verið forkelað í den grad í áravís. So tað verður torført at venja seg við sparsemi sum vónandi ikki kemur at taka ov langa tíð. Kreppan er ikki einans her hjá okkum, hon er um allan heimin, og vit mugu øll somul hjálpa til fyri at koma burtur úr henni.

Kann minnast, tá seinri heimsbardagi brast á, at nakað av neyðsinjarvøru var skamtað. At farbróðir setti uppslag á veggin í handlinum, har hann bað fólk um at spara matvøru. Yvirskriftin á uppskagnum ljóðaði: »Hann, ið ikki sparir, tá hann hevur, hevur einki tá hann krevur«. Hendan áminning hevur líka nógv at siga í dag, sum hon hevði tá.

At seta í bløðini at pen­siónistar í Føroyum líða neyð er bæði synd og skomm. Vit skulu minnast til, at bløðini koma ikki einans út her hjá okkum. Tey koma út langt út um landoddarnar. Tað eru tí­­verri nøkur okkara mill­um, sum ikki fáa ta røkt, tey hava fyri neyðini. Vónandi verður tað rættað sum skjótast.