Tað, at vera útbrendur, er nakað serstakt, og tað er ikki tað sama sum at hava stress ella at vera strongdur. Strongdina kanst tú fáa hjálp fyri, soleiðis at tú fært tínar førleikar aftur, men tað at vera útbrendur, er ein meira permanent støða, sigur Helgi Rasmussen, sum er sálarfrøðingur og hevur skrivað bókina "Finn teg í organisasjónini".
ert tú útbrendur, ert tú farin út har, sum reservurnar eisini eru brúktar. Tú ert slitin inn á bein, og tú hevur einki at byggja upp aftur við, sigur Helgi Rasmussen og samanber tað at vera útbrendur við eitt slag av avlamni.
Helgi Rasmussen ger greitt, at tað ber væl til at liva eitt gott lív, eftir at tú ert útbrendur, men at tað kortini er nakað, ið fer at fylgja tær restina av lívinum.
Les meira um strongd og at brenna út í tema, sum er í Vikuskiftissosialinum. Sosialurin kann lesast á netinum her.