ATEENS:THE ABBA GENERATION

Fløguummæli av Niclas Johannesen

Hjálp! Er tað nakað sum líkist heimsins enda, so man tað vera techno-lortið, ið skandinaviska plátubransjan skorar kassan upp á fyri tíðina. Rutsjetúrurin byrjaði við ?Barbie Girl?, danska lagnum, ið var so gjøgnumført, knallgott, smagleyst, at allur heimurin hoppaði upp á tað. Síðstu jól brúktu donsk plátufeløg 200 milliónir krónur (tú kundi gjørt 200 framúrskarandi plátur fyri tað) upp á lýsingar og promotion í royndini at selja dungan av barbie-plagiatum, sum fylgdu í kjalarvørrinum á donsku millión succesni. Lukkutíð miseydnaðust fantasileysu promotion-íløgurnar og danska bransjan hevur sleikt sárini síðani. Størstu offrini eru tíverri tey donsku popp- og rocknøvnini, ið ikki hoppaðu upp á ecstacy-pilla-tónamarruna. Ongir pengar hava verið eftir til tey at gera teirra plátur, ið kanska ikki selja í milliónum, men sum kortini hava sín fasta skara av lurtarum og keyparum.

Alt hevur sína tíð. Hitler og hansara Jugend raktu tíðarrákið í depressjónini í 30?unum. Nú eru tað so plátubossarnir ? summir teirra við konsekvensútroknandi kalkulatorunum, ið vísa, at best er at enda dagin við at eta síni egnu børn ?  ið gera sær dælt av naivum, stórsmílandi tannáringum, ið fáa max tvey ár í spotljósinum.

Seinast í røðini á skandinavisku tónleikaneyðini er svenska ATEENS. Tvær neyðars gentur, Marie og Sara, og tveir neyðars drongir, Amit og Dhani, sum ivaleyst vera øvundað av túsundtals av sínum javnaldrandi javnlíkum fyri teirra popularitet, manna ATEENS. Sangtalentið liggur á sera væl goymdum stað. Tónlistarliga er talan um beinleiðis kongamorð. Skammleyt sýgur ATEENS blóðið úr 11 Abba-løgum, hesum tignaðarliga bólki, ið veruliga setti Svøríki á popp-heimskortið. Kalkulator-menninir hava enn eina ferð roknað seg fram til, at tað loysir seg at brúka nógvar pengar upp á bílig tricks. Her er nevniliga ikki ein tóni, sum teir framúrskarandi Abba komponistarnir Bjørn og Benny ikki sjálvir funnu uppá á sinni. Ikki eitt arrangement, ið gevur sangunum nýtt lív. Her er bara totalur stuldur, kryddaður við eitt sindur av tíðarsnildum techno-klirri og basstrummu á hvørjum beati. Soleiðis koyrir ATEENS avstað til mikla gleði fyri dagsins disco-dansara.

Líka sum fólkið fær teir politikarar, tað hevur uppiborið, soleiðis velur poppelskarin sjálvur sítt bubblegumm.