Atfinningar – men sum heild undirtøka fyri virksemið FF’s

Felagsformaðurin, Óli Jacobsen, sigur, at atfinningar vóru í einstøkum málum, men sum heild heldur hann, at fiskimenn á landsfundinum tóku undir við førda politikkinum hjá felagnum. - Tey mál, sum vóru frammi, verður arbeitt við, og tað kom einki fram um, at felagið hevur arbeitt við málum, sum ikki skuldu verið tikin upp, sigur hann

Landsfundur

Sum vanligt hevur verið í nógv ár, helt Fiskimannafelagið landsfund í Norðurlandahúsinum millum jól og nýggjárs.
Tað eru í fyrsta lagi sóknarformenn FF’s og teirra tiltaksmenn, sum møta á landsfundinum, og hvør sókn hevur eina atkvøðu.
Sjófólk og fiskimenn hava eisini høvi at vera við og hava talurætt á landsfundinum.

Stívliga 100 fólk
Á síni heimasíðu eftir fundin, heldur Føroya Fiskimannafelag, at landsfundurin er besta høvi hjá fiskimonnum at kunna føra fram síni sjónarmið á røttum staði.
Á fundinum í ár vóru stívliga 100 fólk, bæði kend og nýggj andlit.
- Hetta var eitt fjølbroytt úrval av fiskimonnum úr øllum landinum, sum umboða ymisku veiðihættirnar væl.
Tað var felagsformaðurin seinastu 36 árini, Óli Jacobsen, sum beyð vælkomin.
Vanligt er á landsfundi FF’s at minnast trúgvar limir og álitismenn, um onkur er farin í árinum, sum fór – og soleiðis var eisini hesaferð.
Ein av sóknarformonnum felagsins gjøgnum mong ár, Petur Sofus Juul í Funningi, doyði síðsta summar.

Drúgv frágreiðing
Halgir W. Poulsen, advokatur, varð settur at stýra fundinum.
FF hevur í nógv ár lagt fram sína ársfrágreiðing í bóklingi, og soleiðis var eisini hesaferð. Bóklingurin fyri farna ár fyllir heilar 140 síður, og í hesum vera tey mál viðgjørd, sum felagið hevur havt á skránni seinasta árið.
Bóklingurin verður sendur umborð á skipini, og teksturin verður eisini lagdur út á heimasíðu felagsins.
Eftir at felagsformaðurin hevur greitt frá farna ári, er orðaskifti, har fundarfólkið hevur høvi at taka øll viðkomandi mál upp.

Tryggingarviðurskifti
Á landsfundinum greiddi Óli Jacobsen eitt nú frá um tryggingarviðurskifti hjá fiskimonnum.
Hann vísti á, at tað finnast altíð dømir, har hesi ikki rigga, sum tey eiga.
- Stóri trupulleikin er, at ein nýggj lóggáva á hesum øki hevur verið á veg í fleiri ár, men politiska viðgerðin er steðgað upp fleiri ferðir.
Óli helt, at tað má vera eitt krav, at henda lóggáva verður framd í hesi tingsetuni, soleiðis sum eisini verður lagt upp til.
Eitt annað sera aktuelt mál fyri fiskimenn er pensjónsmálið.
- Her hava vit eina skipan í sáttmálanum, har reiðarar og fiskimenn rinda hvør sína upphædd inn á eina eftirlønarkonto. Semja er um, at hetta einsamalt er ov lítið. Men spurningurin er eisini, hvussu lætt feløgini eiga at gera tað fyri politisku skipanina á hesum økinum. Jú meira feløgini gera á hesum øki, tess lættari sleppur politiska skipanini burtur úr trupulleikanum.

Eykaískoyti
Á landsfundinum varð lagt fram eitt uppskot um, hvussu FF kann koma víðari á pensjónsøkinum.
- Ein møguleiki er, at umframt verandi sáttmálaásettu skipan, har upphæddirnar sjálvsagt skulu hækkast, verður gjørd ein eykaskipan. Hon kann vera tann, at tað verður ásett í sáttmálanum, at ein eykaupphædd verður tikin av partinum hjá fiskimonnum, sum skal fíggja eitt ískoyti til tær skipanir sum eru á økinum.
Undirtøka var á landsfundinum at arbeiða víðari við hesum spurningi.
Spurningurin um fiskimenn og ALS hevur leingi verið eitt afturvendandi mál, sum hevur verið trupult at loysa.
- Men hetta mál er aftur komið á tingborð, og tað skuldi merkt, at málið er tað nærri eini loysn, sigur Óli Jacobsen.

Sáttmálaviðurskifti
Sambært heimasíðu felagsins, viðgjørdi landsfundurin eisini sáttmálaviðurskifti og onnur viðurskifti viðvíkjandi fiskimonnum.
- Tað er greitt, at her verða altíð mál at taka hond um, og tað er hugaligt, at menn nýta landsfundin júst til at reisa slík mál, sum felagsstjórnin so kann taka upp.
Atfinningar vóru í einstøkum málum, men sum heild heldur felagsformaðurin, sum helst førir pennin á heimasíðuni, at fiskimenn á landsfundinum tóku undir við førda politikkinum hjá felagnum.
- Tey mál, sum vóru frammi, verður arbeitt við, og tað kom einki fram um, at felagið hevur arbeitt við málum, sum ikki skuldu verið tikin upp, sigur hann.

Serligur grunnur
Á landsfundi FF’s varð roknskapur felagsins góðkendur og grannskoðari felagsins, Rasmussen & Weihe, varð eisini afturvaldur til grannskoðara.
Samtykt varð at hækka limagjaldið við 100 krónum árliga.
- Hækkingin skal setast í ein serligan grunn, sum skal nýtast til at veita fiskimonnum, sum koma illa fyri, styrk, tá ið almenna skipanin ikki í nóg stóran mun tekur við.
Felagsstjórnin skal gera eina reglugerð fyri grunnin.

Helgi gestarøðari
Vanligt er, at ein gestarøðari er við á landsfundi FF’s, og hesaferð var tað Helgi Nolsøe, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Hann greiddi frá um tøkni, sum kann gera arbeiði hjá fiskimonnum lættari – og gera, at meira kemur burtur úr. Ein stórur partur av tí, sum Helgi greiddi frá, snúði seg um blóðging og livratøku.
Á heimasíðuni verður sagt, at landsfundurin samanumtikið var hugnaligur, sum tikið verður til.
- Vit sóu fundin soleiðis, at FF er á beinari kós, men at tørvur er á neyvari kós á fleiri økjum – og hetta áliggur komandi leiðsluni í felagnum at seta í verk, sigur felagsformaðurin á heimasíðu FF’s.