Tað var ein tilætlað atgerð, tá ein maður í dag koyrdi inn í eina mannamúgvu í Melbourne í Avstralia. Tað veit avstralska, Herald Sun, at siga frá løgregluni í økinum.
- Bygt á okkara upplýsingar og tað, sum vit hava fingið at vita frá vitnum, halda vit, at talan var um eina tilætlaða atgerð. Motivini eru framvegis ikki kend, og kanningararbeiðið er ikki liðugt enn.
Sambært løgregluni fór tilburðurin fram klokkan 16.45 lokala tíð.
Bilurin kom koyrandi inn í mannamúgvuna, og nógv fólk vórðu niðurkoyrd. Løgreglan var skjót á staðnum, og tað eydnaðist at handtaka tveir persónar, harav annar teirra skal hava verið bilførarin.
Fyrstu frásagnirnar søgdu, at eini 19 fólk vórðu særd, men nú verður sagt, at talan er um 15 særd, harav fleiri hava fingið álvarsligar løstir.
Avstralska løgreglan hevur seinni sagt, at álopið helst ikki er eitt yvirgangsálop, soleiðis sum sagt hevur verið um onnur líknandi álop, har bilførarar hava koyrt inn í mannamúgvur.
Vitni, sum vóru á staðnum, siga, at tey hoyrdu skríggj, og síðan sóu tey fólk “flúgva” í allar ættir. Vitnir meta eisini, at bilurin koyrdi millum 60 og 100 kilometrar um tíman, tá hann rakti mannamúgvuna.