Atgongd til vælferð og virðir – røða um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2019

Harra formaður

 

Javnbjóðis atgongd til vælferð og virðir. Hetta var kósin, sum føroyingar valdu fyri 4 árum síðani. Eina kós móti einum nútímans samfelag, har valdið og virðini í størri mun skuldu út til fólkið, og har vit øll gjalda til felags kassan eftir førimuni. Hetta hevur verið kósin seinastu 4 árini.

 

Samgongan hevur megnað at framt eitt javnari býti av virðunum og av ríkidøminum – lág- og miðallønt hava fingið munandi meira at liva fyri; fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar hava fingið væl meira at liva av. Støk foreldur, barnafamiljur, lesandi hava fingið betri treytir, heilsuverkið er uppraðfest og eg kundi hildið fram. Tí avrikslistin er langur, so tað verður ov drúgt at nevna alt tað, sum er komið á skaftið hesi árini.  

 

Men eitt er vist: Við at tryggja eina javnari atgongd til ríkidømið, styrkja vit samhaldsfestið, tí fleiri fáa lut í framgongdini. Hetta hevur eisini tryggjað, at virðini í størri mun eru komin í umfar, og harvið hava skapt enn størri vøkstur og trivnað.

 

Atgongd er eitt orð, sum fevnir um so nógv. Tað kann vera atgongd til tær røttu tænasturnar. Júst sum løgmaður nevndi tað í síni frágreiðing ólavsøku, skipaðu vit í Javnaðarflokkinum fyri foreldrabólki, tí vit vildu vita, hvussu vit kunnu fáa heimsins besta land fyri børn at liva í. Og har hittu vit foreldur at børnum við serligum tørvi, sum fortaldu okkum, hvussu tungur teirra gerandisdagur kann vera. Hóast nógv er gjørt, eru framvegis forðingar, sum skulu burtur.

 

Atgongd kann eisini vera atgongd til eitt nýtt heimland og eitt nýtt tungumál. Nógv fólk úr útlondum hava valt Føroyar sum nýtt heimland. Duga vit nóg væl at taka ímóti teimum? Her skal eitt arbeiði gerast, bæði við møguleikum at læra føroyskt og fyri at okkara nýggju borgarar fáa eitt virðiligt pláss í okkara landi. Sá á kvf.fo í gjár, at útlendskar kvinnur ikki altíð hava tað so gott. At tær uppliva fordómar og einsemi.

 

Atgongd er eisini atgongd, ella vantandi atgongd til skrivaða orðið. Fyri flestu okkara er tað at lesa ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Sum at draga andan. Men ikki fyri øll. Tí ov nógv fólk í Føroyum stríðast hvønn dag alt lívið við orðblindni. Og eisini her er eitt arbeiði at gera, sum krevur raðfesting, rættar førleikar og økta upplýsing um trupulleikarnar at liva við orðblindni og um møguleikar fyri hjálp.

 

Atgongd er eisini atgongd til føroysku náttúruna. Nógv dømi eru um, at pengar verða kravdir fyri at ganga túr í føroysku náttúruni. Alt títtari frættist, at eigarar og festarar av hagum kring landið taka málið í egnar hendur og áseta tilvildarligar upphæddir fyri atgongd til hagarnar. Støðan er langt frá nøktandi, og fólk eru ørkymlað.

 

So her er neyðugt við eini skipaðari og greiðari ætlan fyri, hvussu vit ferðast í haga og fjøllum í Føroyum. Sjálv eri eg fyri hvørsmansrætti við teimum rættindum og skyldum, sum hetta inniber. Tí atgongd til náttúruna skulu vit hava. Og skyldurnar eru eisini fleiri: at raðfesta umhvørvis- og náttúruvernd, at eyðmerkja greitt, júst hvar vit trygt kunnu ganga uttan at skaða djóralív, plantulív og náttúruna yvirhøvur, og uttan at vera til ampa fyri tað virksemið, sum bøndurnir hava. Um vit ikki megna hetta, er lítið vunnið. Og her verður so atgongdin hjá komandi ættarliðum til teirra føðiland viðkomandi – tí megna vit ikki at handa hetta landið til okkara eftirkomarar í góðum standi, ja so kann tað vera líka so vítt sum sítt við øllum vælstandi og virksemi í dag.

 

Atgongd merkir eisini atgongd til arbeiðsmarknaðin. Við metlágum arbeiðsloysi er hetta ikki ein stórvegis avbjóðing fyri tey, sum longu klára seg. Men aftur – vit skulu skapa teir røttu karmarnar fyri tey, sum IKKI hava so lætt við at klára seg. Her hava vit neyðug tilboð, so sum verkstaðið Vón, verkhúsið Virkni og onnur líknandi støð kring landið. Hesi tilboð røkja eina týdningarmikla uppgávu:  umframt at framleiða ymiskar neyðsynjar- og gerandisvørur, fyribyrgja tey einsemi og tey menna teir brúkarar, sum annars ikki høvdu megnað at gjørt dagsins gerning í enum umhvørvi, sum gevur teimum meining og lívsinnihald.

 

Vit eru samd um, at tað gongur væl í okkara landi. Tíðirnar eru góðar, og hjólini mala skjótt. At finna starvsfólk er ein stórur trupulleiki í nógvum vinnum, tí ferðin er so høg. Men í berum ovfarakæti um tann stóra vøksturin í samfelagnum, mugu vit ikki gloyma tann grundleggjandi trivnaðin hjá menniskjum, bæði yngri og eldri. Og spurningurin er, um vøksturin í trivnaðinum hjá tí einstaka menniskjanum er javnhøgur við vøksturin í samfelagnum. runa. ﷽﷽﷽﷽ eisini atgongd til føroysku n krevur raðfesting, rættar førleikar og er g um teirra kvinnuni, sum kemur enn innan somTey flestu klára seg væl. Men ikki øll. Og okkara hábærsligasta uppgáva er at taka okkum av teimum, sum onkursvegna hava hjálp og stuðul fyri neyðini. Og hetta hevur ikki minni týdning, tá ið tíðirnar eru so góðar sum í dag.

 

Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey ikki orka gerandisdagin uttan hjálp. So atgongd er eisini atgongd til góð tilboð til teirra, sum stríðast við sálarliga líðing. Sjálvi orka hesi menniskju sjáldan at rópa harðast um lekjandi tilboð. Alt ov leingi hevur sálarsjúka verið knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Men nógvir batar eru at síggja, eisini takkað verið tí arbeiði, sum Sinnisbati, Fountain House og onnur í samfelagnum gera.

 

Og atgongd er eisini atgongdin til eitt undirstøðukervi í góðum standi, sum knýtir okkum føroyingar tættari saman, skal eisini raðfestast. Landsverk hevur gjørt eina samferðsluætlan fyri tíðarskeiðið 2018 til 2030. Her fáa vit innlit í tað ovurstóra arbeiði, sum liggur í at menna og røkja eitt gott, trygt og tíðarhóskandi samferðslunet á landi og á sjógvi. Tíverri er játtanin til viðlíkahald lutfalsliga nógv lækkað síðani 1996, tá játtanin var 2,3 prosent av samlaðu fíggjarlógini, meðan hon í 2018 var 0,9 prosent av samlaðu fíggjarlógini. So her er veruliga tørvur á raðfesting í komandi tíðum.

 

Javnbjóðis atgongd til vælferð og til virðir var kósin, vit settu fyri 4 árum síðani. Vónandi verður hetta eisini kósin komandi 4 árini.  

 

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin