Tað vóru góð tíðindi fyri tey, sum dáma boksing, tá ið tað herfyri varð almannakunngjørt, at risarnir í weltervekt-klassanum, Floyd Mayweather Jr. og Manny Pacquiao, bresta saman seinni í ár.
Floyd Mayweather Jr. er 38 ára gamal og hevur framvegis ikki tapt ein dyst sum fulltíðar boksari. Hann hevur vunnið 47 út av 47. 36 ára gamli Manny Pacquiao hevur bara tapt fimm av 64 dystum, og hesin dysturin teirra millum verður av mongum mettur at vera aldarinnar dystur.
Og tað verður ikki bíligt, um ein ætlar sær at síggja dystin 2. mei í MGM Grand Garden Arena í Las Vegas. Fyriskipararnir boða frá, at atgongumerkini fara at kosta tað, sum svarar til ímillum 10.500 og 53.000 krónur.
Tað er eisini gongd í svarta marknaðinum. Daily Mail skrivar, at atgongumerki heilt tætt við sjálva boksiringin verða seld á svarta marknaðinum fyri 150.000 dollarar. Tað svarar til umleið eina millión krónur.
Boksararnir fáa eisini ríkiligt burturúr. Amerikonsk bløð meta, at Floyd Mayweather Jr. vinnur sær 780 mió. kr. fyri dystin, meðan Manny Pacquiao ikki er eins heppin. Hann fær bara 520 mió. kr.