Atgongumerki til Skotlands-dystin

Fótbóltssambandið hevur á heimasíðu síni boðað frá, at tey nú hava fingið boð um, hvar føroysku áskoðararnir skulu hýsast, tá Føroyar tann 2. september vitja á Celtic Park.
Føroysku áskoðararnir skulu her sita á suðurendanum av stadion, og nú ber so til at bíleggja sær at atgongumerki.
FSF heitir á fólk um at bíleggja hesi sum skjótast, við at senda teldubræv til [email protected]. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 215 kr. fyri hvørt.