Atgongumerkjasølan til Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum byrjaði í morgun og longu áðrenn dyrnar á Visit Tórshavn opnaðu klokkan 9 í morgun, stóðu fólk í kø.
Nú klokkan 11 verður eisini boðað frá, at útselt er til sýningarnar í vikuskiftunum, tvs 7., 8., 14. og 15. novembur.
Sigast má, at føroyingar elska enn Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum
Allarhelst verða fleiri eykasýningar settar á skrá, men enn er eingin avgerð tikin, um hvussu mangar tær vera.