Atgongumerkjasølan byrjað

Í komandi mánaði byrjar aftur ein undankapping hjá føroyska landsliðnum. Nú í heyst eru tveir dystir á skránni, og longu nú er møguliga at tryggja sær atgongurmerki. Á middegi í gjár lat sølan upp, og prísurin í forsølu er nakað bíligari enn atgongumerkini við inngongina.Tað verður dýrari at verða á Tórsvølli, tá Eysturríki vitjar í føroyska høvuðsstaðnum. Atgongumerkið fyri vaksin kosta tá 250 krónur, meðan prísurin til dystin móti Rumenia er 200 krónur. Børn gjalda ávíkakast 75 og 50 krónur. Tað er møguligt at keypa umvegis alnetið. Hetta á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.