Ein tann mest spennandi bólkurin á Summartónum í ár er Athelas Sinfonietta Copenhagen, sum er eitt ensembli, ið seinastu árini rættiliga hevur gjørt vart við seg í fremstu røð innan nýskrivaðan tónleik í norðurlondum. Tey hava luttikið í konsertrøðum, operum, festivalum, altjóða framførslum og fløguupptøkum, har ummælini hava verið sera góð.
Tey samstarva við eina ørgrynnu av norðurlendskum tónaskøldum sum t.d. Rolf Wallin, Atli Heimir Sveinsson, Per Nørgård og Poul Ruders. Av tí at tey hava ognað meginpartin av síni tíð til nýggjan tónleik, vórðu tey útnevnd til ensemble in residence hjá Danmarks Radio (1997-99) og og fingu heitið Dansk Statsensemble ein leiklutur, sum m.a. var við til, at heitt varð á tey um at umboða danska statin og kongshúsið til ymisk høvi. Bólkurin hevur verið innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Í fjør vár avgjørdi bólkurin at seta tango á ovast á breddan, og tað er serliga hetta, sum kemur at merkja teirra framførslur á Summartónum í ár.
Tango hevur við sínum tølandi rútmum og úttrykki altíð verið lokkandi hjá komponistum at fara í holt við. Dømi um hetta eru m.o. Stravinsky, Weill, Nørgård og Gade. Hví so er, eru helst fleiri enn ein meining um, men nøkur boð upp á hetta kunnu vera melankoliin, álvarin, freistingarnar og sensualiteturin í tango, sum lokka.
Á ferð gjøgnum tangosøguna
Tað er m.a. hetta, sum Athelas fer at viðgera í tónum og myndum á Summartónum. Framførslurnar eru ætlaðar sum ein heildarlýsing av tango gjøgnum ymisk tíðarskeið, og hvussu ymisk listafólk hava fingið íblástur frá tango. Ætlanin er tí at lýsa søguna hjá tango við modernaðum eygum. Til at fáa alt hetta at ganga upp í eina hægri eind hevur Athelas avgjørt at fáa ein pallstjóra at samansjóða tiltakið og geva tí tað flowið, ið krevst, tá fleiri listafólk arbeiða saman. Hesa uppgávuna hava tey tí litið Zachariasi Guttesen í hendi, sum er royndur á hesum økinum.
Filmarnir, sum verða vístir, eru tann oscarvirðislønti Tango frá 1982 eftir Zbigniew Rybczynski og Past Bedtime frá í fjør eftir ta norsku Kristin Hauksdottir.
Men tað er kortini ikki bara við filmi, at biografárinið skal merkjast á tangoframførsluni hjá Athelas. Sjálv konsertin verður eisini eitt slag av stumfilmskonsert, har filmurin Don Q, Son of Zorro frá 1925 verður vístur á hvíta tjaldinum, meðan Athelas spælir. Í hesum sambandi fara tónleikarar úr Athelas at lata seg í meira tangokend klæði og keppar og saman við danska jazzklaverúrmælinginum Carsten Dahl at syrgja fyri, at tann heimskenda Tango Jalousi eftir Jacob Gade aftur kann hoyrast í sinum upprunaliga umhvørvi. Gade skrivaði nevniliga Tango Jalousi til tær fyrstu framførslurnar av hesum filminum í Danmark.
Sjálv stumfilmskonsertin hjá Athelas verður í Norðurlandahúsinum tann 23. juni, og kvøldið eftir kallast konsertin Tango Absolut!, har m.o. Páll Danielsen fer at leiða áhoyrararnar gjøgnum tango søguna við filmi og tónum.
Athelas verður eisini at hoyra í Norðurlandahúsinum sunnudagin 25. juni. Tá verður tó ikki tango á skránni, men kamarkonsert við verkum eftir føroysk tónaskøld sum Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Trónd Bogason, Kára Bæk og Atla Petersen.