Vágs kommuna hevur í summar arbeitt við at seta í verk tilmælini hjá Leilu Solmunde, sálu, sum forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu gjørdi faldara um atkomu hjá rørslutarnaðum til náttúruperlur í Suðuroynni.
Nú er bummurin niðan til Skarðgjógv tikin niður og verður settur upp longri uppi, soleiðis at bilar og fólk í koyristólum ótarnað kunnu koyra niðan á og njóta útsýni út yvir Vágseiði, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Fyrr í summar var eisini gjørdur pallur og benkur og borð á Vágseiði, har rørslutarnað hava atgongd.