Atkvøða eftir samvitsku

Ein sum stuðlar ein av teimum flokkum, sum sambært veljarakanningunum er nær við at fáa umboð á danating allahalgunaaftan, spurdi meg um eg hevði samvitsku til, við ikki at fara á val, at lata mína atkvøðu verða avgerandi fyri, at hansara flokkur kom at sita við skerdan lut.

 

Mítt svar var, at enn er einki avgjørt. 

 

Síðsti fundurin fyri valið mánadagin verður í Løkshøll sunnukvøld. 

 

Tá fer at bera til hjá øllum flokkum at svara mínum spurningi sum er: 

 

Fara tit at taka við donskum skattapengum til tykkara umboð á danatingi?

 

Boðar ein flokkur frá, at hann fer at takka nei til danskar skattapengar til sítt umboð, fari eg at velja hann. Fer meir enn ein flokkur at geva slíka tilsøgn, fari eg at kasta lut um hvønn av teimum eg skal velja. Fer eingin flokkur at siga nei til at taka við skatti frá dønum til sína løn, fari eg ongan av teimum at velja.

 

Tað er mær svárt at koma í ta støðu at allir flokkar vilja fáa pengar frá donsku skattgjaldarunum. Í øllum flokkum eru valevni sum mær dámar væl. Men tá floksleiðslurnar noyða tey at taka við danskari løn, sum føroyingar ikki hava rætt til at fáa og danir ikki hava rætt til at gjalda okkum, tá er ovboðið, og eg havi ikki samvitsku til við mínari atkvøðu at stuðla nøkrum flokki at koma inn á danating at gera okkum skaða.

 

Men enn kann alt broytast!

 

 

 

Zakarias Wang