Atlantic Airways og SAS hava skrivað undir samstarvsavtalu, sum ber í sær, at ferðafólk á farleiðunum millum Føroyar og Danmark kunnu nýta EuroBonus skipanina.
Umframt Atlantic Airways og SAS eru 20 onnur flogfeløg við í EuroBonus skipanini, og kann skipanin nýtast hjá øllum hesum flogfeløgum.
Avtalan millum Atlantic Airways og SAS fær gildi frá 1. mai 1999.