- Tað er alt, sum bendir á, at Atlantsflog kann seljast longu í vár.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Landsstýrismaðurin hevur fingið heimild frá Løgtinginum at selja 33% av Atlantsflogi og ætlanin var, at tey skuldu seljast nú.
Men eftir vanlukkuna í Stord í oktober, varð gjørt av at bíða við einskiljingini.
Tá ið Løgtingið umrøddi málið týsdagin, vildi Johan Dahl hava, at ein fastur dagur skuldi ásetast fyri, fyri, nær fyrsti partur í Atlantsflogi skuldi seljast.
Hann vísti á, at tilgongdin at einskilja Atlantsflog hevði verið leingi á veg, uttan at tað var klárt enn.
- Tað kann ikki vera vanlukkan í Stord, sum hevur ført til, at einskiljingartilfarið ikki hevur verið liðugt. Tí er neyðugt, at bólkurin, sum skal gera tilfarið, veit, at politiski myndugleikin andar hann í nakkan og tað kunnu vit gera við at áseta ein dag fyri, nær, alt skal vera liðugt.
Verður helst selt í vár
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, helt ikki, at nøkur orsøk var til at seta nakra fasta dagseting.
- Tað er alt, sum bendir á, at tey fyrstu 33% av Atlantsflogi kunnu seljast í vár. Tað er hetta sum arbeiðsbólkurin metir og tað sama metir ráðgevarin, sum er Kaupthing.
- Tí er dagsetingin ongin trupulleiki.
Bjarni Djurholm segði, at tað er eisini alt, sum bendir á, at úrslitið hjá skaðanevndini í sambandi við vanlukkuna í Noregi, ikki fer at føra til seinkingar.
Hinvegin kann onki útihýsast og tað kann henda, at vit noyðast at bíða eftir endaligu frágreiðingini..
- Tað er ikki fyrrenn tey fyrstu 33% eru seld, at felagið verður listað og í síðsta enda er tað ICEX sum skal góðakenna um sølan kann vera í vár. Ella kann Icex krevja at bíðað verður eftir endaligu frágrieðingini.
- Men skuldi tað hent, at vit skulu bíða eftir endaligu skaðafrágráðingini, kann tað enda, at listingin ikki verður liðug fyrrenn síðst í 2007 ella fyrst í 2008.
Tí heldur landsstýrismaðurin, at dagsetingin skal takast burturúr fyri ikki at koma í ta støðu at noyðast aftur í tingið at biðja um loyvi til aftur at útseta søluna í nakrar mánaðir..
Hinvegin vissaði hann um, at tað er undir ongum umstøðum ætlanin at draga søluna út.
- Bæði Kaupthing og arbeiðsbólkurin arbeiða við tí setningi at avgreiða søluna sum skjótast, segðí hann.
Ein høvusorsøk til at einskiljingartilfarið ikki er liðugt, er, at tað eru ymisk viðurskifti í sambandi við vanlukkununa, sum skulu við í tilfarið.
Men eftir tí, sum fyribils er í kortunum, fer hetta ikki at forða fyri, at 33% av Atlantsflogi kunnu seljast í vár.
Annars helt hann, at tað var best at Løgtingið hevði givið honum heimild at selja 66% av Atlantsflogi, soleiðis at 33% kundi seljast fyrst og so aftur 33% seinni, uttan at tað skuldi verið neyðugt at farið í Løgtingið einaferð afturat.
Men hann fekk bara heimild at selja 33% og tí má Løgtingið einaferð afturat samtykkja at geva honum heimild at einskilja 33% afturat.
Av tí sama var hann longu farin í holt við at fyrireika lógaruppskot, so hann kundi fáa heimild at selja tey næstu 33%.
- Men so hendi vanlukkan í Stord, har Atlantsflog misti eitt flogfar og tí var hetta arbeiðið lagt á hyllina, legði hann afturat.