Atlantic flýgur til Dublin

Atlantsflog skipar í august fyri ferð til írska høvuðsstaðin. Flogið verður beinleiðis millum Føroyar og Dublin Atlantsflog hevur nú sett Dublin á sína ferðaskrá. Talan er um eina serliga pakkaferð, sum føroyska flogfelagið ger til írska høvuðsstaðin, haðani føroyingar millum annað hava fingið Guinness, U2 og Brian Kerr.

Ferðin til Dublin verður í døgunum frá 11. til 15 august, og umframt flogferð er eisini gistingarhús og bussflutningur við í pakkanum.

Í Dublin verður gist á Jury?s Inn Christchurch, sum liggur í elsta býarpartinum stutt frá Temple Bar og Trinity College.