Størri søla og minni útreiðslur hava havt við sær, at Atlantic Airways fyrra hálvár í ár hevur havt avlop samanborið við hall í fjør. Munurin á úrslitunum fyri skatt í ár og í fjør góðar 18 milliónir krónur.
Fyrra hálvár í fjør hevði Atlantic Airways hall á 8,7 milliónir krónur, meðan felagið hevði 9,5 milliónir krónur í avlopi í ár.
– Í eini tíð við stórari búskaparligari óvissu eru vit bæði eyðmjúk og fegin um góða úrslitið higartil í 2011. Vit hava rokkið hesum úrsliti, tí vit hava havt vaksandi undirtøku fyri okkara tænastum, gagnnýtt kapasitetin betri og ansað væl eftir útreiðslunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Meira leiguflúgving
Samlaða sølan hjá Atlantsflogi vaks 28% úr 171,6 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 203,3 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Á grundrakstrinum hevði felagið stóra framgongd. Úrslit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 32,2 mió. kr. samanborið við 17,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Úrslit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan ársfjórðing í ár var 22,9 mió. kr. samanborið við 11 mió. kr. í fjør.
Ein orsøk til framgongdina var, at leiguflúgvingin øktist munandi. Felagið hevur flogið nógv bæði fyri British Airways úr London og Blue1 úr Helsinki í Finnlandi. Ein onnur orsøk var, at øskuskýggið úr Eyjafjallajøkli órógvaði flogferðsluna nógv í fjør, men ikki í ár.
- Sáttmálarnir, vit hava havt um leiguflúgving, hava verið í styttri tíð, og tí vita vit ikki, hvussu umfatandi hendan flúgvingin verður komandi tíðina, sigur Magni Arge.
Góð útlit
Átøkini hjá Atlantic Airways at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland hava økt um ferðingina til Føroya, men ferðingin úr Føroyum er framvegis á sama stigi sum áður hóast hægri avgjøld á flúgving og høgar oljuprísir. Atlantic Airways flutti fyrra hálvár næstan 88.000 ferðafólk á rutunetinum.
– Bókingarnar komandi mánaðirnar benda á, at tær væntanir, felagið hevur havt fyri alt árið, fara at halda. Tó eru høgir prísir á brennievni og høg avgjøld á ferðing framvegis ein stór avbjóðing hjá felagnum, sigur Magni Arge.
Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 222 mió. kr. Solvensurin er 55 prosent, og 159 fólk starvast hjá felagnum.