Fróði Vestergaard, ið er ein av fyrireikarunum av AME Reykjavík, sigur við Portalin, at eitt tíðindaskriv verður sent út tí komandi viku. Tá verður kunngjørt hvørjir tónleikabólkar verða bodnir við til Íslands.
- Yvirhøvur fer tiltakið at verða skipað eftir sama leisti sum í fjør. Vit merktu ein stóran áhuga fyri tiltakinum í fjør, og hetta ætla vit at endurtaka, sigur Fróði Vestergaard við Portalin. Onkrir av bólkunum frá í fjør verða við aftur í ár, tó ikki allir.
- Eg ímyndi mær, at tað verður meiri Singer/Songwriter-kent hesa ferð. Men tað er eyðsæð, at summir bólkar eri meir upplagdir enn aðrir. Eitt nú er tað eitt krav frá okkara síðu, at bólkarnir hava ætlanir um at røkka útum landaoddarnir. Bólkarnir ella einstaklingarnir mugu brenna fyri hesari ætlan, sigur Fróði.
- Hetta er eitt vinnuligt tiltak. Vit vilja bara seta nakað í gongd, og so er ætlanin at hjólini skulu mala av sær sjálvum. Og hetta ber væl til. Vit síggja longu nú, at Gestir, 200, Høgni Lisberg, Marius og aðrir bólkar standa seg væl í Íslandi, og bólkarnir verða nógv spældir í Rás 2 (sum er almenna útvarpsrásin, blðm.). Flestu av hesum bólkum vóru við í AME Reykjavík í fjør.
Fróði fæst ikki at siga, hvørt tiltakið verður fastur táttur í framtíðini. ? Vit taka eitt ár í senn. Men AME er ikki bara eitt einsamalt tiltak. Vit hava eitt tiltak í Føroyum einaferð í Apríl, vit fara helst at hava eitt tiltak í Danmark seinni í ár, og vit arbeiða eisini við øðrum ætlanum. Men AME er í øllum førum voksið útum Norðurlandahúsið, sigur Fróði at enda.
Tað er Norðurlandahúsið, Tutl og Menningarstovan sum skipað fyri tiltakinum.