Í 2009 hevði føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum eitt hall á 75,6 milliónir krónur. Men fjórði ársfjórðingur boðar frá betri tíðum. Úrslitið í rakstrinum hjá Atlantic Petroleum var í fjør 33,5 milliónir krónur í avlopi, men grundað á niðurskrivingar av loyvum í írskum og bretskum øki á 109,1 millión krónur, so hevðo felagið eitt samlað hall á 75,6 milliónir krónur.
Men fjórði ársfjórðingur var munandi betri enn restin av árinum, og gav eitt avlop á 24,5 milliónir krónur fyri skatt.
Orsøkin til hetta er, at framleiðsla var í Ettrick og í Chesnut brunnunum allan fjórða ársfjórðing.
Um orsøkina til úrslitið sigur Atlantic Petroleum í skrivi, at í høvuðsheitum er orsøkin seinking av framleiðslu frá Ettrick, og lægri framleiðsla frá Chestnut enn væntað.
Felagið leggur afturat, at framleiðslan í 2010 verður væntandi millum 725.000 og 850.000 tunnur.
Grundað á ein miðal oljuprís á 75 dollarar fyri tunnuna verður úrslitið fyri 2010 væntandi millum 70 og 90 milliónir krónur.
Sigur í Jákupsstovu, stjóri, sigur í sama skrivi, at við góðum gjaldføri frá eini dagsframleiðslu millum 2.000 og 2.800 tunnum fer Atlantic Petroleum framhaldandandi at niðurgjalda skuldina sum avtalað við okkara lánveitarar, men eisini at leggja lunnar undir framhaldandi vøkstri og lønsemi. Tað er sera týðandi at felagið framhaldandi styrkir kapitalgrundarlagið, og fær til vega nýggj loyvi sum kunnu økja framleiðsluna komandi árini.