Transocean Spitsbergen setti í gjár hol á eina boring í einum leitiloyvi hjá Atlantic Petroleum í Norðhavinum. Hetta er í sokallaða Roald Rygg loyvinum, sum Statoil er fyristøðufelag fyri og sum Atlantic Petroleum eigur 7,5 prosent av. Eftir ætlan tekur boriarbeiði 35 dagar. Høvuðsmálið er sokallaða Nisefylkinum, meðan Kvitnosfylki eisini er sera áhugavert.
Roald Rygg leitiloyvi liggur beint vestan fyri Snefrid norður fundið, har gass og olja nýliga eru funnin í júst Nisefylkinum. Í sama leitiloyi, PL602, eru eisini fleiri onnur áhugaverd øki, boðar Atlantic Petroleum frá.
Loyvið liggur skamt frá Aasta Hansteen leiðini, sum Statoil varðar av, har væntandi verður farið undir gassframleiðslu í 2017.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at felagið fegnast stórliga um framgongdina á hesum loyvinum, síðani Statoil fyrr í ár keypti ein størri part av leitiloyvinum.
- Menningin av gassframleiðslu á Aasta Hansteen økinum ger, at eisini Roald Rygg økið er eitt áhugavert øki fyri gassfund. Tað, at olja eisini er funnin undir gassfundinum í Snefrid norður økinum, er sera góð tíðindi fyri Atlantic Petroleum. Vit hava altíð havt stóra trúgv á, at umframt góðar møguleikar fyri gassframleiðslu, er eisini olja at finna á hesum leiðum, og leitiúrslitini á Snefrid norður prógva, at hendan trúgvin er vælgrundað, sigur Ben Arabo.