Atlantic Petroleum í góðum hýri

Jaligt úrslit frá suður Chestnut, nýtt frá Chestnut oljuleiðini, og luttøka í 3. føroyska útbjóðingarumfari sigur Atlantic Petroleum í tíðindaskrivi

Oljufelag

Jan Müller

[email protected]

 

 

5. november 2008 - Atlantic Petroleum fráboðar í gjár nýtt um gongdina á Chestnut leiðini, ið felgið eigur 15% í, og at felagið hevur latið inn umsókn í 3. føroyska útbjóðingarumfari.

 

Kanningararbeiðið av seinna metingar/framleiðslubrunninum, suður Chestnut, ið varð boraður í septembur 2008, er nú liðugt. Hægsta royndarframleiðsluferðin varð máld til 9.000 tunnur um dagin (boepd), men settu royndartólini avmarkingar fyri einum hægri tali. Kanningar vísa at brunnurin hevur samband við høvuðs-oljugoymsluna, og tí kann vatninnspræningar-brunnurin, ið varð boraður í 2006, nýtast í framleiðsluni úr suður Chestnut.

 

 

 

 

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:

 

 

“Okkara partaeigarar kunna fegnast um, at úrslitið frá suður Chestnut brunninum er sera jaligt. Hesin brunnurin verður annar framleiðslubrunnurin á leiðini, og verður hann knýttur uppí framleiðslukervi tíðliga komandi ár. Hetta veksur týðandi um virði á leiðini. Harafturat gongur framleiðslan úr Chestnut leiðini sera væl í hond, og onnur lastin av olju er nú avskipað. Eisini fegnast felagið um luttøkuna í 3 útbjoðingarumfari, har Atlantic Petroleum, saman við StatoilHydro, DONG og Faroe Petroleum, hava latið inn umsókn um leitiøki við Føroyar.”

 

 

 

Tann flótandi framleiðslupallurin (FPSO) Sevan Hummingbird, ið verður nýttur á Chestnut leiðini, hevur longu framleitt útvið 500.000 tunnur av olju, við eini miðal dagsframleiðslu á 12.000 tunnur (boepd), svarandi til 1.800 tunnur um dagin til Atlantic Petroleum. Hóast okkurt smávegis arbeiðið á pallinum ikki var heilt liðugt tá framleiðslan byrjaði, so hevur hetta ikki darvað framleiðsluni.

 

 

 

 

Chestnut leiðin

 

• Chestnut leiðin er ein av teimum elstu óútbygdu leiðunum í Norðsjónum. Leiðin varð funnin í 1986.

 

• Chestnut liggur um 180 kilometrar eystanfyri Aberdeen, á 120 metra dýpi, og 13 kilometrar í ein landsynning úr Alba oljuleiðini.

 

• Samstarvsfeløg eru:

o Venture Production plc (fyristøðufelag) – 69,875%

o Bow Valley Petroleum (UK) Limited – 15,125%

o Atlantic Petroleum UK - 15%

 

• Atlantic Petroleum keypti 15% í Chestnut leiðini í 2003.

 

 

• Útbyggingarætlanin fyri Chestnut leiðina varð góðkend í 2005, við einum útbyggingar- og einum vatninnspræningarbrunni.

 

• Vatninnspræningarbrunnurin (22/2a-12) varð boraður í 2006, og hevur hann gott trýstsamband við framleiðslubrunnin.

 

• Fyrsta oljan varð framleidd 22. september 2008.

 

Sevan Hummingbird

 

• Hummingbird pallurin er ein Sevan 300 FPSO (floating production storage and offloading vessel), við einum goymslukapasitetið á 270.000 tunnur. Eindin kann framleiða 30.000 tunnur av olju um dagin, og kann spræna inn 20.000 tunnur av vatni um dagin.