Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið hevur gott og væl 105 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt í fyrra hálvári í ár. Hálvársroknskapurin er kunngjørdur í dag, og úrslitið fyri fíggjarpostar og skatt var 58 milliónir krónur.
Atlantic Petroleum skrivar í tíðindaskrivi, at oljuframleiðslan verður væntandi millum 850.000 og 930.000 tunnur í ár. Felagið væntar, at úrslitið fyri fíggjarpostar og skatt verður millum 90 og 110 milliónir krónur fyri alt árið.