Atlantic Petroleum: Nevndin krevur broytingar

Nevndin í felagnum krevur antin sølu, samanlegging ella nýtt samstarv

Í tíðindaskrivi í morgun boðar oljufelagið Atlantic Petroleum frá, at nevndin hevur heitt á leiðsluna í felagnum, um at gera neyðugu broytingarnar fyri, at felagið aftur kann koyra við yvirskoti.


Fyri at náa hesum máli, boðar felagið frá, at ætlanin er at kanna tríggjar møguleikar.


- Eina sølu ella samanlegging av felagnum.
- Eina sølu, samtak ella samstarv í samband við virksemi hjá felagnum í Stóra Bretlandi og/ella Norra; ella
- Halda fram við núverandi ætlanunum hjá felagnum sum eitt sjálvstøðugt felag.


Tað er Pareto Securities AS, ið skal hjálpa felagnum við ætlaðu broytingunum. 


- Byrjanin av okkara eftirmeting av teimum strategisku alternativunum loyvir okkum at kanna nýggjar møguleikar, ið kann seta gongd á søluna av virðum til frama fyri okkara eigarar, sigur Ben Arabo, forstjóri í Atlantic Petroleum. 


Dentur verður lagdur á, at tað ikki er vist, at eftirmetingin fer at hava nakrar ítøkiligar broytingar við sær.


Um so er, at ongin broyting verður framd í virkseminum hjá felagnum, so heldur felagið fram sum áður gjørt. Felagið ásannar tó, at tað er neyðugt at finna fígging til framtíðar virksemi hjá felagnum, og at felagið harvið er noytt at gera onnur átøk fyri at styrkja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.