Atlantic Petroleum nýggj loyvir

Felagið boðar í dag frá, at Atlantic Petroleum Norge AS hevur fingið nýggj loyvir í APA 2013 loyvisrunduna á Norska Kontinentala Soklinum, so sum Olju- og Orkumálaráðið boðaði frá í dag.

Felagið boðar í dag frá, at Atlantic Petroleum Norge AS hevur fingið nýggj loyvir í APA 2013 loyvisrunduna á Norska Kontinentala Soklinum, so sum Olju- og Orkumálaráðið boðaði frá í dag.

 

Loyvini, PL 763 og PL 270 B, hava bæði útlit, har brunnar nærvið hava víst seg at innihalda kolvetni í sama geologiska øki.

 

Eftir hesi loyvini hevur Atlantic Petroleum átta leitiloyvir á Norska Kontinentala Soklinum. Felagið fer at taka lut í tveimum royndarboringum í Noregi í 2014 - Langlitinden verður boraður nú, meðan Ivory ætlandi verður boraður seint í 2014 - og nýggju loyvini økja um borimøguleikarnar hjá Atlantic Petroleum.

 

Hesi nýggju loyvini seta ein týðandi varða í royndinum hjá felagnum at byggja upp eitt virðismikið portfolio í Noreg, eftir at felagið kom inn á norskt øki fyri umleið einum ári síðani.

 

PL 763 liggur beint í ein útsynning av Aasta Hansteen økinum, har framleiðsla byrjar í 2017. Økið er ríkt við resursum og kann hava fleiri øki, og hevur sama slag av undirgrund sum Aasta Hansteen loyvinum.

 

Loyvishavarar eru: Repsol (Fyristøðufelag) 40%, Atlantic Petroleum Norge  30% og Rocksource 30%.

 

PL 270 B liggur í Norðsjónum, beint vestan fyri Agat økið. Loyvið er givið sum ein leingjan av PL 270.

 

Loyvishavarar eru: VNG Noreg (Fyristøðufelag) 85%, Atlantic Petroleum Noreg AS 15%

 

Vit eru væl nøgdir við at kunna boða frá enn einum góðum úrsliti í einari loyvisrundu á Norskum Kontinentalum Sokli. Loyvini økja okkara norska útboð til átta loyvir, og leggja aftrat øktar møguleikar til okkara boriskrá frameftir, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.