Atlantic Petroleum sera góðar vakstrarmøguleikar

Vit síggja á gongdini higartil, at Atlantic Petroleum hevur ótrúliga góðar vakstrarmøguleikar. Í dag er felagið eitt av teimum størstu partafeløgunum í virði í Føroyum staðfestir ein nøgdur Wilhelm Petersen, sum sær fram til boring á landgrunninum í summar og framleiðslu í enskum øki komandi tvey árini

Aðalfundur
Jan Müller
[email protected]

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði aðalfund leygardagin. Tá hugsað verður um stóra eigarskaran var uppmøtingin ikki nakað serlig. Wilhelm Petersen sær tó ikkki hetta sum nakran trupulleikam, tí fundurin gekk væl. Hann vísir á, at fólk í dg kunnu alla tíðina fylgja við á heimasíðuni, har felagið alla tíðina kunnar um gongdina í felagnum og her ikki minst um støðuna á virðisbrævamarknaðinum.

Stjórin er annars nøgdur við úrslitið og gongdina. Ætlaninar halda rættiliga væl. Tvey oljufelt á enskum øki, sum felagið er við í verða nú bygd út og farið verður undir framleiðslu í 2007 og 2008. So sjálvt um felagið hevði eitt rakstrarhall, var tað nakað, roknað varð við, nú felagið ger íløgur og harvið mennir seg. Hóast eitt hall uppá góðar 9 mió. kr. er úrslitið kortini nøktandi sigur Wilhelm Petersen.

Eginkapitalurin er góðar 100 mió. kr. Men talan er samtíðis um eitt marknaðarvirði uppá 500 mió. kr, so partaeigararnir hava fingið eina munagóða forretning av tí kapitali, sum er settur í felagið. Atlantic Petroleum hevur í dag 3000 íleggjarar, serstakliga føroyingar. Tað er hugsandi í tann mun felagið veksur um sítt virksemi, at eginkapitalurin eisini verður hækkaður. Tað verður gjørt, tá tað er neyðugt. Og tað er ikki ósannlíkt, at tað verður gjørt í ár sigur Wilhelm Petersen, nú felagið er átta ára gamalt.

Góða byrjanin alt at siga
Orsøkin til at tað hevur gingist felagnum væl heldur stjórin fyrst og fremst vera tað góða arbeiði, sum varð gjørt í byrjanini, tá tað fekk lut í oljusamtaki í 1. útbjóðing við Amerada Hess á odda. Tá fekk felagið atgongd til tey fólkini, sum nú mynda oljuverðina. Uttan tað hevði hetta ikki latið seg gjørt. Tað skapti grundarlag fyri at byggja upp eitt netverk úti í heimi, sum felagið í dag ikki kann vera fyriuttan. Í dag hevur Atlantic Petroleum eisini nógv tað størsta virksemið uttanfyri Føroyar. Tað arbeiða fýra fólk í Føroyum og trý í Onglandi. Haraftrat eru 10 til 20 fólk, sum felagið eisini brúkar, tá tørvur er á tí. Dótturfelagið í Onglandi eitur Atlantic Petroleum UK. Har er so eisini Richard Hardmann, fyrrverandi stjóri hjá Amerada Hess, partur av nevndini.

Atlantic Petroleum fekk lut í tveimum loyvum í 2. útbjóðing í Føroyum. Frammanundan er tað so partur av samtaki frá 1. útbjóðing. Tað er í hesum sambandi, at felagið nú er við í tí spennandi Brugdubrunninum, sum verður boraður í summar.

Virksemið hjá felagnum fer at økjast munandi komandi árini bæði í føroyska og enska økinum. Felagið hevur vónir um komandi 3-5 árini at kunna keypa upp onnur smærri feløg umframt at vera við í útbyggingum í bretskum øki.

Staðið seg væl á virðisbrævamarknaði
Atlantic Petroleum varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum í juni mánað í fjør, og hetta eru tey rættiliga væl nøgd við sigur Wilhelm Petersen. Partabrøvini hava klárað seg væl og nakað av tí frægasta á tí íslendska marknaðinum. Fyrimunurin við at vera á virðisbrævamarknaðinum er m.a. tann, at íleggjarin kann sjálvur velja, um hann vil varðveita síni partabrøv ella hann vil selja og harvið fáa vinningin í hús. Fyri felagið sjálvt er fyrimurin tann, at tað tann vegin kann fáa atgongd til kapital, um felagið hevur vakstrarmøguleikar. Vit síggja á gongdini higartil, at Atlantic Petroleum hevur ótrúliga góðar vakstrarmøguleikar. Í dag er felagið eitt av teimum størstu partafeløgunum í virði í Føroyum. Tað er eisini sera góð spjaðing, tá hugsað verður um ognarviðurskiftini í felagnum. Wilhelm Petersen leggur aftratt, at felagið er í tí serstøðu, at tá tað varð stovnað í februar 1998, eydnaðist tað at fáa tann føroyska stórkapitalin at savna seg um eitt felag, og hetta hevur alla tíðina verið styrkin hjá felagnum.

Raðfesting
-Tað eydnaðist tykkum ikki at gerast partur av einum størri samtaki, tá 2. útbjóðing varð á føroyskum øki. Var hetta ikki ætlanin, ella vóru tit verið ov seinir á sjóvarfallinum og er hetta ikki nakað, sum kann darva felagið og tess framtíðar møguleikum?

-Tað hendi so nógv í felagnum, tá 2. útbjóðing varð fyrireikað, eitt nú vóru vit tá í gongd við at keypa okkum inn í fleiri oljufelt í bretskum øki. So tað var ein raðfesting vit tá gjørdu. Nevndin hevur alla tíðina havt tað greiða málið at fáa inntøkur til felagið skjótast møguligt tvs. at fáa fatur á aktivum, sum kunnu geva pengar av sær. Í Føroyum er tað framvegis bert talan um leiting. Wilhelm Petersen leggur dent á, at úrslitið av 2. útbjóðing í Føroyum varð avgjørt nøktandi fyri Atlantic Petroleum. Teir samstarva við Geysir Petroleum, sum hevur drúgvar royndir í oljuleiting. Talan er um nøkur av oddafólkunum í tí fyrrverandi norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum var eitt av teimum fyrstu oljufeløgunum, sum á sinni góðu føroysku undirgrundini gætur. Wilhelm Petersen sigur, at teir nú fyrireika seg uppá at gera seismiskar kanningar. Hann leggur aftrat, at framtíðin goymir nógvar møguleikar á landgrunninum. Umframt at gera egin loyvi búgvin til leiting, so er tað ikki ókent, at feløg kunnu farma inn í loyvi, tvs. keypa seg inn í loyvi hjá øðrum ella lata onnur keypa seg inn í egin loyvi. Tað er so eisini ein gongd, sum føroyska oljufelagið fylgir væl við í.

Bjørt framtíð
Wilhelm Petersen hevur verið stjóri í Atlantic Petroleum, síðani tað var stovnað fyri átta árum síðani. Hóast hesi mongu ár uttan lønandi fund ella framleiðslu, so metir hann kortini, at felagið gongur eini bjartari framtíð á møti. Um so er at olja verður funnin í Brugdubrunninum í summar, fer hetta at fáa kolveltandi avleiðingar fyri bæði felagið og fyri alt samfelagið. Sum eg síggi tað fer samfelagið eisini at broytast grundleggjandi, sjálvt um tað ganga eini 6 til 8 ár, áðrenn nøkur olju kemur upp úr undirgrundini. Vónirnar til eina mennandi framtíð fara at gera, at vit longu í ár fara at fáa økt virksemi. Forvæntningarnar til komandi inntøkur frá hesum oljufundinum fara at síggjast aftur alla staðni í samfelagnum.

Wilhelm Petersen óttast ikki, at vit skulu fáa ein yvirupphitaðan búskap. Tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra hesum, og tað ivist eg ikki í, at vit megna. Men tað er greitt, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á samfelagið. Sjálvur haldi eg tó, at tað er gott, at vit fáa ein meira fjøltáttaðan búskap, hóast tað gongur væl í dag. Vit síggja nakrar spírar, sum vónandi koma at bera frukt. Taka vit virksemið hjá Atlantic Petroleum, so stavar virðisvøksturin ikki úr Føroyum, men frá tí virksemi, sum vit hava í útlandinum. Tvs. at tú hevur økt um ognina hjá føroyskum partaeigarum við millum 400 og 500 mió. kr. Tað er ein beinleiðis innspræning uttanífrá, og tað sama kann eisini fara at henda komandi árini.
Grein evnt. í kassa við aðrari mynd av wilhelm

Gott við fjøltáttaðum búskapi