Atlantic Petroleum staðfestir spennandi oljufund

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, sum í farna mánað kunngjørdi, at tað saman við øðrum feløgum hevði gjørt eitt oljufund í írskum øki, staðfestir í tíðindaskrivi í morgun, at gjørt er eitt týðandi oljufund í Hook Head í írskum øki, og at umframt at oljufundið tykist vera stórt, so er oljan av góðari góðsku

Hetta ber til at staðfesta nú eftir, at brunnurin er vorðin testaður. Tíðindini hava fingið partabrøvini hjá felagnum at hækka munanandi á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannhavn, við ikki færri enn 17% . Talan er um Hook Head oljufundið nær írsku strondini. Í løtuni verða data viðgjørd og mett verður um, um fleiri brunnar skulu borast í 2008. –Vit eru sera nøgd við úrslitini frá brunninum sigur Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum, sambart Børsen.

 

Atlatnic Petroleum eigur 10,9% av Hook Head fundinum. Fyristøðufelag er Providence, sum eigur 43,5%. Hini feløgini eru Challenger og Dyas við hvør sínum 16,3%, Forest Gate Ressources og Midmar Energy við 7,5 og 5,4%.

 

Atlantic Petroleum sigur í tíðindaskrivinum, at nú verða upplýsingarnar viðgjørdir og kannaðir og skulu so vera grundarlag undir komandi avgerðum at bora fleiri brunnar. Arbeitt verður longu við at fáa boripall í 2008.