Atlantic Radio: Grundarlagið undir støðini er burtur

Finn Jensen, bókhaldari á Atlantic Radio, váttar fyri Sosialinum, at grundarlagið undir støðini er burtur um ikki kreditorarnir vilja umleggja skuldina til partapening, samstundis sum fyritøkan fær tilførdan nýggjan kapital

Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, sigur eitt orðafelli, og í hesum føri fara vit at loyva okkum at brúka tað um Atlantic Radio.

Fyri knøppum mánaðum síðani lat støðin upp og tað við fullari ferð.

Tað var tann 7. mai. Nú nakrar mánaðir seinni liggur støðin í andaleypi, í álvarsligum vanda fyri at missa sendiloyvi.

Sambært Finn Jensen skyldar støðin uml. 1,4 mió. krónur og peningur er ikki tøkur til at gjalda nakað yvirhøvur.

Sosialurin hevur fingið orð á Finn Jensen, bókhaldara á Atlantic Radio og vit spurdu hann, um tað ikki var ótrúliga illa avstaðfari, at støðin skal vera komin í so svárar fíggjarligar trupulleikar eftir bara seks mánaðum.

? Jú, tað mugu vit viðganga, men hetta vísir hvussu torført tað er at fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Kapitalgrundarlagið hevur verið ov veikt tá støðin byrjaði at senda, og samstundis sum inntøkurnar hava verið ov lágar, hava útreiðslurnar verið ov høgar uttan at neyðug stig eru tikin.

Men er tað ikki fullkomiliga ábyrgdarleyst av tykkum, sum vara av støðini at halda fram at senda tá eingir pengar eru?

? Tað eru ymsir mátar at loysa trupulleikan uppá, og vit valdu at halda støðina gangandi. Tað vísti seg bara vera trupult at fáa lýsarar og tá vit ikki hava havt útvarpsgjald at dúva uppá, so hongur ikki saman.

Er tað ikki rein undanførsla, at skylda upp á útvarpsgjaldið?

? Møguliga, men eg sigi bara so, at pengar mugu til fyri at fáa tað at koyra.

Men er tað ikki tykkara ábyrgd at gera okkurt tá eingir pengar eru tøkir, ístaðin fyri at lata standa til, og føra fyritøkuna longur út í óføri?

? Vit hava roynt, men tað bar ikki til at fáa lýsarar, sigur Finn Jensen.

Er ikki ein orsøk til at eingin vil lýsa, at meginparturin av sendingunum hevur verið mettur at vera óseriøsur, og at tað vilja lýsararnir ikki knýtast at?

? Tað er nokk rætt, at ein partur av tí, sum sent hevur verið, hava lýsararnir mett vera óseriøst. Fólkið elskaði tað provokerandi, meðan lýsararnir hataðu tað, og tí lýstu teir ikki hjá fyritøkuni.

Tað er í grundini nokkso væl skiljandi, at ein fyritøka ikki vil knýtast at eini radiostøð, sum er óseriøs. Hví tóku tit sum høvdu ábyrgdina ikki neyðug stig, m. a. fyri at bøta um inntøkugrundarlagið og inntøkumøguleikarnar?

? Eg veit ikki. Tað er møguligt at vit ikki hava verið nóg greiðir um tað, men nøkur fólk eru búgvin til at gera radio, meðan onnur ikki eru tað, staðfestur Finn Jensen, sum væntar, at fyritøkan Atlantic Radio nú fer í søguna, hóast hann sær aðrar bjargingarmøguleikar.

Kortini ætlar hann sær ikki at royna aðrar loysnir.

? Mín partur er liðugur, og tað sum eg havi gjørt í vikuskiftinum er bara tað, sum eg var biðin um at seta saman av eigaranum (Lárusi Roberti Arasyni, blðm.)

? Tær fyritøkurnar, sum vit bóðu hugsa um onkrar loysnir hava verið avvísandi, og tí kunnu vit ikki roknað við, at fyritøkan hevur møguleika at halda fram, sigur Finn Jensen at enda í viðmerking til Sosialin.