Mánakvøldið 4. oktober fór fjúsið til endabrestin í Atlantic Radio at físa. Í og við bygningin uppi á Hálsi, har Atlantsvarpið heldur til, var rumbul og rok seint hetta kvøldið. Riðil av vónsviknum starvsfólki var savnaður í túninum tá Sosialurin kom niðan. Og gjørt varð greitt, at hetta var endaliga uppgerðin við íslendska stjóran, Lárus Arason, sum tóktist sera illa kroystur, har hann sat undir liðini á einum vælvaksnum vaktarmanni í einum bili hjá vaktarfelagnum.
Vildu hava løn
Løgreglan varð boðsend niðan á Atlantic Radio klokkan 22.03, og fráboðari var sjálvur stjórin, Lárus Arason. Hann kendi seg eftir øllum at døma hóttan, tí so nógv ónøgd starvsfólk vóru komin niðan í útvarpið at tryggja sær, at stjórin og ein tøkningur ikki sluppu avstað við virðum úr útvarpinum, ið liggur í fíggjarligum andaleypi. Tá tey fóru innar, sótu stjórin og tøkningurin, ið er oddamaður í partafelagnum, sum eigur teknisku útgerðina, og krógvaðu seg í myrkri. Sum skilst, er tøkningurin sjálvur fíggjarligi høvuðsmaðurin í Atlantic Radio, meðan Lárus er hólgi hansara í Føroyum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Jónas Broncks gøtu sigur, at talan ongantíð gjørdist um eitt politimál, tí ongir trupulleikar tyktust vera tá løgeglan koma á staðið. Mett var ikki, at talan var um nakra ítøkiliga hóttan. Sosialurin fekk heldur onga ábending um, at ónøgdu ungu starvsfólkini ætlaðu sær at gera seg inn á stjóran. Tey vildu bara hava løn.
Ikki limir í fakfelagi
Kappingarneytin hjá Útvarpi Føroya liggur í roynd og veru í sori. Starvfólki stendur øks móti øksl í lønarkrøvum sínum. Flestu teirra eru longu fyrrverandi, og í gjár var væntandi, at tey, ið ikki longu hava latið sakførara taka sær av lønarinnkrevjingini, fóru at gera tað sum dagur leið.
Hóast fleiri starvsfólk søgdu hann vera væl dámdan at byrja við, vórðu føgur orð ikki havd á munni, tá starvfólkið lýsti stjóran á Atlantic Radio.
? Eg haldi meg hava verið ótrúliga tolnan, og ikki minni góðtrúnan. Lárus Arason hevur ferð eftir ferð lovað mær og hinum løn, men onki hald hevur verið í lyftunum. Hann er verri enn Al Capone, segði ein sjónliga sinnisrørdur Ronni Poulsen, ið hevur starvast har síðan byrjanina í vár, og bert fingið 20.000 í løn tilsamans.
Ronni Poulsen viðgongur, at øll starvsfólkini áttu at havt skipað seg í fakfelag beinanvegin. Kortini sigur hann, at tað var eitt sindur toført at velja, hvat fakfelag, tey skuldu vera í. Starvsmannfelagið kom ikki upp á tal, tí í tí eru bert alment lønt, limir. Tá avtornaði, vísti tað seg, at Blaðmannafelagið fegið vilda hava tey upp í sína limafjøld, men nú tykist limaskapurin vera til fánýtis.
Atlantic Radio er søga
Hóast ongin í starvsfólkahópinum er limur í nøkrum fakfelagi, hava tey álitismann. Hann eitur Jógvan Páll Hansen, og eftir rokið mánakvøldið, varð hann eins og løgreglan, boðsendur. Um miðnáttarleitið varð fundur hildin um støðuna, men annað enn gitingar vóru ikki frammi eftir fundarlok. Álitismaðurin skuldi á fund við íslendska tøkningin í gjár, og Jógvan Páll væntaði fyri heilt vist, at Atlantic Radio er farið í søguna.
Gitingar benda á, at onkur føroysk handilssamtøka hevur áhuga í rovunum á Atlantsútvarpinum, men hesi tíðindi eru óváttað. Verður eigaraskifti, væntar Jógvan Páll Hansen, at øll leiðslan verður varpað út, áðrenn farið verður at senda av nýggjum. Hvussu nógv verður eftir av ognunum í Atlantic Radio tá starvsfólkið hevur fingið lønini, tey eiga til góða, hevur ikki eydnast at fingið uppspurt.