Filmur
Rógvi Nybo
- Vart tú við? Ella kanska systir tín? Mamma tín, pápi tín? Omma, abbi, gumma, stjórin, grannin?
Tórshavnar Kommuna bjóðar til sýningarnar í Havnar Bio tá Tórsfagnaður verður í Havn 20. juni 2009. Sýningarnar verða klokkan 15.30 og klokkan 17.15.
Tá fær tú møguleika at síggja løgmann sum stuntman, Budam sum smádrong, Elis áðrenn hann varð útvarpsstjørna, rektaran í Hoydølum sum ungan poet umframt mong onnur.
Atlantic Rhapsody er eitt slag av filmsstafett gjøgnum ein dag í Havn, har ein persónur, ein bilur, ein bóltur, ein telefonsamrøða ella eitthvørt annað førir áskoðaran frá einari senu til ta næstu.
Atlantic Rhapsody er fyrsti og higartil einasti føroyskt fíggjaði spælifilmurin, ein sonevndur low-budget-filmur, ið kostaði einans 1,7 milliónir at gera.
Tað er í roynd og veru óðamannaverk at gera film fyri so fáar pengar, men við treiskni og áhaldni og ikki minst við ómetaligari vælvild frá teimum fleiri enn 100 leikarunum, ið allir arbeiddu ókeypis, og frá havnarfólki annars og frá fyritøkum, stovnum og øðrum, ið uttan at blunka læntu filmsliðnum hús, bilar og annað, eydnaðist kortini at gera óðamannaverkið til veruleika.
Yvirhálaði oscarvinnara í biografsýningum
Tá filmurin varð sýndur í Norðurlandahúsinum, Sjónleikarhúsinum og kring landið í 1989, fór maður av húsi í biograf. Við útivið 10.000 seldum atgongumerkjum yvirhálaði hann tey bæði stóru biografhittini tað árið , sum vóru Rambo og Oscar-vinnarin Out of Africa.
Filmurin varð eisini væl fagnaður úti í heimi. Í Lübeck í Týsklandi vann hann fyrstuvirðisløn á árligu filmsstevnuni har, og hann varð sýndur á hópin av filmsstevnum um allan heim, bæði í Evropa, USA og Suðuramerika. Í Norra gjørdist hann kultfilmur í norsku filmsfeløgunum.
Ikki øll líka fegin
Føroyingar vóru tó ikki allir so fegnir um filmin. Í einum lesarabrævið stóð millum annað hetta at lesa:
"Um ætlanin var at spilla Havnina út og sýna tað ljótasta og skammleysasta, ið filmast kann har og í Føroyum, so er tað eydnast væl. (...) Teir Føroyingar, eg havi talað við um filmin, hava ógvast við, hvat tey hava sæð og hoyrt og kalla filmin eitt skemdarverk."
Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Havn er spælifilmur eftir Katrina Ottarsdóttur. Filmurin, ið varir 75 minuttir, varð frumsýndur á norðurlendskari filmsstevnu, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í 1989. Atgongumerkjaprísurin fyri Atlantic Rhapsody í Havnar Bio Tórsfagnaðin 20. juni er 50 krónur.
Tiltøkini á Tórsfagnaðinum í Havn 20. juni 2009 eru partar av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.