Flogferðsla
Seinastu árini hevur føroyska flogfelagið í summarmánaðum røkt flúgving millum Vágar og Stansted í London. Tann flúgvingin verður nú víðkað, soleiðis at Hetland eisini verður fevnt av rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum.
Atlantic Airways hevur frá loftferðslumyndugleikunum fingið loyvi at flúgva millm Sumburg í Hetlandi og Stansted.
Og í Hetlandi tykjast fólk vera ovurfegin um nýggja tilboðið. Í Shetland Times verður parlaments-limurin hjá Hetlandi og Orkney endurgivin fyri at siga, at hetta heilt víst er eitt tilboðl, sum hann fer at gera stóra nýtslu av. Og hann leggur afturat, at tað fara onnur helst eisini.
- Eg ferðist nógv millum Hetland og London. Og á morgunrutuni til Aberden og síðani til London, eru tað nógv fólk, sum eg síggi aftur mest sum dag um dag. Hjá okkum vil tað í øllum førum verða nakað nógv meira ómaksleyst við nýggja tilboðnum, og tað einasta, sum eg harmist um, er, at tíðarskeiðið við fastari flúgving ikki er longri enn tveir mánaðir, sigur Alistair Carmichael.
Hartil heldur hann, at rutan kann geva hetlendskari ferðavinnu eitt veruligt íkast, nú tað verður munandi lættari hjá London-búgvum at ferðast til Hetlands.
At enda leggur hetlandski blaðið afturat, at prísurin hjá føroyska felagnum væl og virðiliga er kappingarførur. Bara til Aberdeen liggur prísurin á einum retur-ferðaseðli millum 100 og 300 bretsk pund. Prísurin fyri ein retur-ferðaseðil á nýggju rutuni er ásettur til £154.