Mentanarhús
Klaksvík:
? Eftir umstøðunum gekk tað fínt í fjør, sigur Jógvan Eliasen, dagligur leiðari í Mentanarhúsinum Atlantis.
Vitjunartalið kom upp á yvir 15.000 vitjanir, og kann tað sigast vera ógvuliga gott, tá hugsað verður um karmarnar húsið hevur at virka undir.
? Biografurin er tað drívandi í húsinum. Vit sýna filmar fimm kvøld um vikuna ? frá mikudegi til sunnudag. Viðhvørt eru tveir filmar hvørt kvøldið, so rundaða talið kemur helst upp á eini 5-600 sýningar um árið.
Leiðarin eftirlýsir tó miðaldrandi fólk, av tí, at tey flestu, ið ganga í biograf eru ungdómar.
? Nú er at fara at venja miðaldrandi fólk aftur við at fara í biograf, tí tað eru ógvuliga fá tilkomin, sum koma her at hyggja eftir einum filmi.
Hentleikar
Jógvan Eliasen sigur, at húsinum vantaði nógvar hentleikar, og er seinastu tíðina roynt at fingið hetta upp á pláss. Millum annað hevur húsið fingið eina nýggja atgongumerkjaskipan og eisini eina nýggja uppvarping, sum ger tað møguligt at hava framløgur á stórskýggjanum niðri í salinum.
? Pengarnir strekkja ikki so langt, so alt má gerast so hvørt. Nú vit hava fingið ein nýggjan uppvarpara gevur tað okkum møguleika til at brúka hølini øðrvísi, greiðir Jógvan frá.
Sjónleikarafelagið heldur eisini til í Atlantis, og henda morgunin Sosialurin var á gátt, var ein flokkur frá Tekniska skúla og hugdi eftir einum dvd-filmi í samband við undirvísing.
? Húsið stendur tómt í dagtímunum, og er tað har eg hevði ynskt, at tað varð meira brúkt. Til dømis sum í morgun, tá Tekniski skúlin er her. Barnaansingin var eisini inni her einaferð í fjør til eitt tiltak, har Karl Martin sang fyri børnunum. Tað er jú upplagt at húsið verður brúkt til slík tiltøk.
Tá spurt verður um kappingina frá Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sigur Jógvan, at hetta kann als ikki samanberast. Hann heldur, at tað er næstan skeivt at kalla Atlantis fyri eitt Mentanarhús.
? Hetta er bara ein biografsalur við einum palli. Vit hava als ikki somu umstøður sum húsið í Fuglafirði, og kunnu als ikki bjóða tað sama. Vit hava heldur ikki orku til at arbeiða við at fáa stór nøvn henda vegin, tí grundarlagið fyri inntøku er so lítið.
Yvir 20 ymisk tiltøk vóru í Atlantis í fjør. Tað verið seg konsertir, sjónleikir, politiskir fundir og annað.
? Mítt størsta ynskið fyri 2003 er, at vit sleppa at byggja út á loftinum. Vit hava eitt loft, sum stendur óinnrættað, og har hevði eg kunnað hugsað mær, at vit fingu nøkur høli, sum vit kunnu brúka til fund.
Klaksvíkar kommuna hevur játtað at gjalda tað, ið skal til, um landið játtar at gjalda sín part. So í løtuni verður bara bíðað eftir svarið frá Mentamálaráðnum.
? Men við vælvild frá Mentamálaráðnum, so fara vit at hava eitt innrættað loft í summar, sum vit kunnu taka í nýtslu.
Leiðarin leggur stóran dent á, at hølini eru ikki egnað til størri tiltøk. Salurin tekur bert 120 fólk, og setur tað avmarkingar í sær sjálvum. Ongin køkur er og onki veitsluhøli.
? Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert at funnið útav, hvat Klaksvíkin ætlar við mentanini her í býnum. Tí tá undirsjóvartunnilin kemur, verður tað spennandi at síggja, um vit ætla at útflyta mentanina, ella um vit vilja, at fleiri skulu koma hendan vegin.
Men samanumtikið er Jógvan Eliasen ógvuliga væl nøgdur við, hvussu 2002 hilnaðist. Hann vónar tó, at talið á vitjandi fer at hækka til eini 20.000 í ár.