Atlantmótið álitið hjá Stórabretlandi

Um somu tíð sum føroyingar bíða í spenningi eftir, hvat komandi boringar eftir olju og gassi fara at bjóða, verða ókannaðu leiðirnar vestan fyri Hetland og eisini tær framvið føroyska markið umrøddar sum framtíðar álitið hjá svanga og vaksandi bretska heimamarknaðinum. Ætlanin er at at brúka góðar 40 milliardir krónur til útbygging av gasskeldum komandi árini.

Størsta enn fjalda olju- og gasstilfeingið í bretskum øki er at finna í undirgrundini millum Hetland og Føroyar. Hetta er niðurstøðan, sum bretskir myndugleikar og orkumiðlar bera fram í hesum døgum, nú støðugt vaksandi tørvurin á gassi og olju til risastóra bretska heimamarknaðin bankar harðliga á dyrnar. Henda sannroynd hevur eisini fingið bretskar orku- og vinnumyndugleikar til at leggja uppaftur størri orku í at fáa meiri ferð á olju- og gassleitingina og menningina á Atlantsmótinum.

Framstandandi bretska orkublaðið Lloyd´s List ger nógv burtur úr hesum málinum í eini av sínum seinastu útgávum. Undir yvirskriftini: “Oil majors stake €4bn on linking huge fields to Scotland – Block to the west of the Shetland Islands promise to help the UK maximize its resources” (Stóru oljufeløgini vilja brúka góðar 40 milliardir krónur til at útbyggja gassframleiðsluna og undirstøðukervið til Skotlands – leitiloyvi vestan fyri Hetland stóran týdning fyri Stórabretland til tess at menna orkutilfeingið.)

Blaðið skrivar, at bretskir orkumydugleikar hava sett út í kortið eina stóra útbyggingarætlan fyri alt økið vestan fyri Hetland, har tað liggur í kortunum at skunda undir og eggja stóru oljufeløginiu til at troyta longu funnar olju- og gasskeldur eins og enn ókendar goymslur í undirgrundini. Myndugleikarnir vilja við hesum birta uppundir íløguhugin hjá feløgunum, áðrenn tað er ov seint.

Tað vísir seg nevniliga, at nógvar olju- og gasskeldur bara liggja og bíða eftir at verða troyttar. Tær vórðu funnar, tá tøknin ikki var so framkomin og liggja í dag í einum sera fjarskotnum øki langt burturi frá einum infrakervi, sum kann fáa oljuna og gassið til høldar og á marknaðin. Bretsku myndugleikarnir innsíggja, at onkur samskipan og eggjan má til fyri at fáa oljufeløgini at ganga saman um at byggja út ein infrastruktur. sum er grundarlagið undir eini útbygging av verandi gasskeldum. Tað er hetta signalið myndugleikarnir vilja hava út í oljuheimin.

Útbyggingarætlan í apríl
Herfyri setti DTI, sum er bretska vinnu- og orkumálaráðið ein arbeiðsbólk við umboðum úr nøkrum av teimum stóru oljufeløgunum, sum eru virkin vestan fyri Hetland. Hesin bólkurin skal koma við eini ætlan at leggja fyri myndugleikarnar í apríl um, hvussu man skilabest, bíligast og tryggast kann útbyggja undirstøðukervið vestan fyri Hetland. Feløgini, sum eru við í hesum arbeiði, eru BP, Chevron, ExxonMobil, Total og Dong. Sosialurin skilur, at norska Statoil er eisini við í arbeiðinum, nú felagið er tað mest virkna á føroyska landgrunninum. Bretsku myndugleikarnir meta eftir øllum at døma Føroyaøkið av so stórum týdningi fyri eina samlaða infrastrukturloysn fyri Atlantsmótið, at tað hevur heitt á Statoil í Føroyum um at vera við í arbeiðinum. Rúni Hansen, stjóri í Statoil váttar, at felagið er eisini við í hesum arbeiði út frá tess stóru hjáveru í leiting við Føroyar.

Lloyd´s List skrivar, at uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at koma við uppskotum, hvussu tú fær serstakliga gass frá fjarskotnu leiðunum vestan fyri Hetlands inn á svanga bretska marknaðin. Henda ætlan er partur av endurnýggjaða bretska orkupolitikkinum og fór av bakkastokki í november í fjør. Sambart blaðnum sær bretski orkumálaráðharrin Alistair Darling nakað stórt í eini felags roynd at fáa gass til høldar og flutt á marknaðin, nú tilgongdin vestan fyri Hetland í mongum forum hevur staðið í stað. Tað eru 10 ár síðani, at oljufeløg arbeiddu saman um eina verkætlan nevnd “Aurora”, sum hevði sama endamál at finna ein leist til tess at seta hol á mongu gasskeldurnar í økinum. Tá var niðurstøðan tann, at tað var ikki nóg mikið av gassi til tess at fremja eina stóra íløgu í útbygging í framleiðslu og undirstøðukervi.

Broytingar rætta vegin
Nógv er broytt síðani tá. Nýggj fund eru gjørd, havbotnstøknin er ment nógv, oljuprísirnir eru hækkaðir, og stjórnin hevur tikið sær um reiggj og fingið oljufeløgini at ganga saman um at umhugsa fíggjarligu fortreytirnar av nýggjum. Oljufeløgini, sum hava havt nakrar fundir, umhugsa ymsar møguleikar eitt nú við at brúka havbotnsútbúnað og byggja eina gassframleiðslumiðstøð næstu fimm árini, sum síðani kann binda í eina gassleiðing, ið gongur til stóra gassterminalin St Fergus, norðan fyri Aberdeen. Tað avgerandi er at finna ta mest optimalu loysnina frá byrjan av, tí øll verkætlanin við rørleiðingum, útbúnaði á havbotninum, framleiðsluútgerð og alt eftir hvør loysn verður vald, verður mett at kosta knappar 50 milliardir krónur. At her veruliga er talan um eina ítøkiliga ætlan, sum verður raðfest høgt, stuðla hagtølini, sum siga, at 17% av øllum olju- og gassgoymslum í Bretlandi eru at finna á Atlantsmótinum. Flestu av gassgoymslunum liggja í fleiri keldum, sum ikki eru útbygdar til framleiðslu, men fleiri eru eisini tengdar at oljukeldum í økinum. Metingarnar av verandi gassgoymlum og teimum, sum enn liggja fjaldar í undirgrundini, eru so mikið stórar, at tað fer at loysa seg at fremja eina útbygging við langtrøkkandi rørleiðingum. Gasskeldurnar, sum oljufeløgini í arbeiðsbólkinum, vilja troyta, eru Clair, sum BP umsitur, Laggan, sum Total umsitur, Torridonog Victory, sum Chevron stendur fyri, Tobermory, sum ExxonMobil er fyristøðufelag fyri og oljukeldan Rosebank, sum Chevron hevur um hendi. At danska Dong er við í arbeiðsbólkinum er tí, at felagið er við í fleiri av hesum loyvum, og tí felagið eigur fleiri týðandi loyvi, sum tað skal búna í framtíðini.

Loysnirnar
Mest sannlíka loysnin er at binda saman allar hesar gasskeldurnar við útbúnaði á havbotninum (subsea flowlines) til eina framleiðslumiðdepil/kjarnu nærhendis Sullom voe terminalinum í Hetlandi. Haðani ein høvuðsgassleiðing kann verða løgd til St. Fergus í Skotlandi. Arbeiðsbólkurin umhugsar eisini at at byggja offshore deplar sum eitt alternativ til hesa loysn. Ein av hesum er at byggja ein framleiðslupall úr stáli at seta upp á grunnum vatni nærhendis Victory gasskelduni ella á Clair oljukelduni. Ein onnur loysn er at skipa fyri eini flótandi framleiðsluskipan á Laggankelduni ella á Rosebankkelduni, sum liggur skamt frá føroyska markinum skrivar bretska blaðið. Tá Rosebank verður nevnt sum ein av loysnunum í framtíðar undirstøðukervinum, so eigur hetta avgjørt at fáa føroysk oljuð og gassáhugamál at rakna við, tí nettupp henda keldan, sum møguliga gongur heilt tætt at markinum ella møguliga inn á okkara undirgrund, kann gerast brúgvabyggjarin til framtíðar oljuð og gassúbygging á føroyska landgrunninum. Her koma Føroyar inn í myndina sum týðandi brikkur í framtíðar puslispælinum á framtíðar leiting og útbygging á Atlantsmótinum sum heild.

Sambært Lloyd´s List so umhugsar oljufelagið Chevron at brúka eitt flótandi framleiðslu og goymsluskip (FPSO) á Rosebankfeltinum at framleiða oljutilfeingið, sum er so mikið stórt sum 500 milliónir tunnur. Ein meira ítøkilig støða kann takast til hesa ætlan, tá allir tríggir avmarkingar- og metingarbrunnarnir eru boraðir á Rosebankfundinun í vár .

BP umhugsar at byggja ein gassdepil á Clairkelduni, nú tað er í ferð við at byggja hesa risastóru oljukelduna út við enn einum framleiðslupalli. Clair oljukeldan, sum er tann størsta á bretska landgrunninum var funning í 1977 og byrjaði fyrsta framleiðslan ikki fyrr enn fyri tveimum arum síðani. Nú ynskir BP at fáa meiri olju og gass eisini upp úr hesi orkukelduni. Komandi ovasti stjórin í BP, Tony Hayward, sum skal loysa av kenda Lord Browne í næstum sigur við bretska blaðið, at hann fegin sær, at Clair verður útbygt enn meira, soleiðis at meira olja fæst upp úr undirgrundini. Í løtuni verður so bíðið eftir úrlitinum av avmarkingarð og etingarbrunnum, sum eru boraðir á økinum. Hesir tykjast positivir. Ymsir trupulleikar gera, at henda oljukeldan verður útbygd sohvørt heldur enn undir einum. Næsti pallurin er settur til at byrja framleiðslu í 2012. Franska oljufelagið Total sær helst at ein gassterminalur verður bygdur á Sullom Voe, sum kann taka ímóti gassi frá Laggan kelduni. Tað eru nógv ár síðani, at Laggan varð funnið. Nú heldur Total, at nóg mikið er til av gassi í hesi kelduni til at fara undir framleiðslu. Sum skilst verður arbeitt við eini útbyggingarætlan.

Í dag finst ein gassleiðing á Atlantmótinum. Hon gongur frá oljukeldunum Foinaven og Schiehallion til oljukelduna Magnus norðaliga í Norðsjónum. Gassið frá Foinaven og Schiehallion verður flutt longu leiðina til Magnus, har tað verður sprænt niður í undirgrundina til tess at fáa meiri olju upp úr Magnus kelduni. Henda gassleiðing er so mikið avmarkað, at honk an ikki taka ímóti gassi frá øðrum gasskeldum á Atlantsmótinum, og tí er neyðugt við nýggjum rørleiðingum.

Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum, sum bretsku myndugleikarnir hava tikið stig til saman við oljufeløgum, miðjar móti at gera eina ætlan, sum finnur ta skilabestu, bíligastu og tryggastu loysnina at fáa gass frá ymsum gasskeldum á Atlantsmótinum til høldar og á marknaðin. Ein frágreiðing verður latin myndugleikunum í apríl.

Tað áhugaverda við hesi verkætlan er, at hon eisini skal hava pláss til at kunna taka ímóti framtíðar olju- og gasskeldum, sum verða funnar á Atlantsmótinum í framtíðini, og her eisini keldum á føroyskum øki.

Fyribils útreiðslumetingar siga, at tørvur verður á 40 til 45 milliardum krónum til hesa útbygging, 40% fara til rørleiðingar, 35% til framleiðsludeplar og 25% til brunnar og útbúnaða á havbotninum.

Við hesi ætlan verður fyrsta framleiðslan at byrja í 2013 og verður gass flutt til St. Fergus í Skotlandi komandi 15 árini við verandi goymslum, men verður meira gass funnið, kann framleiðslan vara nógv longri. Henda útbyggingin vil kunna nøkta 6% av dagliga gasstørvinum í Bretlandi.


Fyri at kunna fara undir hesa útbygging er neyðugt at bora 30 brunnar og leggja 800 kilometrar av rørleiðingum. Harvið verður verkætlanin ein tann mest lovandi fyri framleiðarar og leverandørar í oljuídnaðinum. Útbyggingin er so mikið stór, at hon fer at tørva tveir boripallar, eitt stórt rørleggingarskip og aðra útgerð. Neyðugt verður við eini útgerðarstøð í Hetlandi.

Bretska stjórnin roknar við, at oljufeløg vilja gera stórar íløgur í leiting og boring, tá henda verkætlanin fær grønt ljós. Fyri at koma væl frá byrjan og fyri at fáa oljufeløg at síggja tað skilagóða í at gera íløgur í gassútbygging vestan fyri Hetland komandi árini, so verður helst neyðugt hjá bretsku stjórnini at gera tað lagaligari og bíligari at arbeiða í bretskum øki, eitt nú við linari skattatreytum.

Í dag umsita 30 oljufeløg 60 leitiloyvi vestan fyri Hetland. Ynskið er at fáa onnur oljufeløg at visa økinum ans eisini. Í greinini í bretska blaðnum, sum er eitt tað mest virda í orkuhøpi í Stórabretlandi, verður víst á oljuleitinina, sum fer fram á føroyska landgrunninum, og at olju ella gassfund fara at hava tørv á infrastrukturi til tess at fáa olju og gass á marknaðin. Til tess at fáa fleiri oljufeløg áhuga í at bora á Atlantsmótinum hava bretskir myndugleikar fyri tveimum árum síðani gjørt útbjóðingar á fjarskotnum økjum meira opnar og lagaligari. Tað merkir, at feløgini kunnu fáa leitiloyvi til ein tíggjundapart av upprunaliga prísinum. Tað ganga so nøkur ár, vanliga trý at fáa seismikkk til vega, sum feløgini kunnu brúka til tess at kunna binda seg til at byrja at bora váðafullar brunnar.

Arbeiðsbólkurin skjýtur upp, at umleið 40 nýggir leitibrunnar verða boraðir næstu 5 árini í hesum økinum,