Atlantsflog 17 milliónir í yvirskoti

Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var 17,1 mió. kr. fyri skatt og 14 mió. kr. eftir skatt. Felagið rakk hesum avlopi, hóast kapitalkostnaðurin øktist 13 mió. kr. av íløguni í nýggja Airbus-flogfarið, og felagið hevði munandi eykaútreiðslur av órógv í flogferðsluni.

Farna árið var eitt tað mest avbjóðandi árið í søguni hjá Atlantic Airways. Størsta avbjóðingin var at fáa nýggja Airbus-flogfarið í flotan, men átakið eydnaðist væl, og fíggjarliga royndist árið eisini hampiliga væl.

Avlopið var 17,1 mió. kr. fyri skatt samanborið fyri 27,5 mió. kr. í 2011. Bæði í juli og desember varð flogferðslan illa darvað. Í juli stóðust trupulleikarnir av vánaligum veðri og í desember, tí Airbus-flogfarið fekk skaða undir lasting í Kastrup og mátti úr flúgving í tríggjar vikur. Samanlagt kostaði hetta felagnum góðar 8 mió. kr.

- Samanumtikið kunnu vit vera nøgd við úrslitið, tí vit høvdu rættiliga stórar avbjóðingar í 2012. Størsta avbjóðingin var at tryggja eina væl skipaða innfasing av nýggja Airbus-flogfarinum, men avbjóðingarnar fevndu eisini um nýggja rutu og munandi øking í tyrluvirkseminum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Felagið fór í fjør at flúgva so langt suður sum til Barcelona við føroyskum ferðafólkum. Hetta gjørdist møguligt við nýggja Airbus-flogfarinum og var ein atvoldin til, at kapasiteturin á rutuflúgvingini til og úr Føroyum øktist 10 prosent. Fleiri prísátøk vórðu eisini sett í verk, og samanlagt ferðaðust 15.000 fólk fleiri á rutunum til og úr Føroyum í fjør. Eisini varð felagið heiðrað sum ársins flogfelag við bronsumerki á aðalfundi hjá European Regions Airline Association, m.a. fyri at hava tikið í nýtslu slóðbrótandi RNP AR-navigatiónstøknina.

Ferðafólkatalið við flogførum og tyrlum í 2012 var tilsamans 267.000 samanborið við 260.000 í 2011. Vøksturin stóðst av vaksandi ferðafólkatali við rutuflogførum og tyrlum, meðan færri flugu leiguflúgving. Tyrluraksturin hilnaðist væl í 2012, tá felagið leigaði eina AW-139-tyrlu til frálandaflutning aftrat teimum báðum Bell 412-tyrlunum, ið røkja bjargingar- og ferðafólkaflúgvingina í Føroyum.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways var 501 mió. kr. samanborið við 435 mió. kr. í 2011. Eginpeningurin er nú 247 mió. kr. og solvensurin 49%. Nevndin skýtur upp, at partaeigararnir fáa 4 mió. kr. í vinningsbýti. Í ár verður virksemið hjá felagnum ikki minni enn í 2012:

- 2013 verður eitt merkisár fyri Atlantc Airways. Felagið kann 28. mars hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta túrin úr Vágum, vit eru farin at flúgva leiguflúgving suðuri í Kili, og haraftrat kemur næsta Airbus-flogfarið í flotan í juni. Avbjóðingar og spennandi uppgávur fara ikki at tróta, sigur Magni Arge.