Atlantsflog 8 milliónir eftir hæli

Ársúrslitið fyri skatt hjá Atlantic Airways í 2009 var 8,1 millión krónur í halli. Felagið hevur tillagað seg, og 100 færri starvsfólk eru í dag enn fyri ári síðani. Úrslitið fyri skatt hjá Atlantic Airways í 2009 var 8, 1 mió. kr. í halli og eftir skatt 6,6 mió. kr. í halli ? niðurskriving av flogførum ávirkaðu úrslitið við 4,2 mió. kr.

Atlantsflog hevur nú 214 milliónir krónur í eginpeningi og einm solvens á 54 prosent.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways minkaði 26,5 prosent úr 547 mió. kr. niður í 402 mió. kr. í 2009, og tímaframleiðslan fall við 40 prosent úr 17.350 tímum niður í 10.433 tímar.

Serliga leiguflúgvingin uttanlands og tyrluflúgvingin vórðu meint rakt orsakað av fallandi eftirspurningi.

Leiguflúgvingin minkaði burtur í nærum onki seinna hálvár í 2009, og virksemið innan tyrluflúgvingina var nógv minni enn upprunaliga væntað. Rutflúgvingin upp á Føroyar var tó ikki fyri so stórari minking. Ferðafólkatalið minkaði úr 215.00 niður í 196.000 ferðafólk ella 9 prosent.

Fallandi framleiðslan hjá felagnum ávirkaði eisini grundraksturin. Úrslitið áðrenn skatt,

avskrivingar og fíggjarpostar minkaði við 50 prosentum niður í 44 mió. kr.

- Felagið lagar seg framhaldandi til broyttu umstøðurnar. Vit hava í fyrsta umfari lagt okkum eftir at rationalisera og stabilisera raksturin á einum stigi, sum svarar á leið til virksemið seinna hálvár í 2009, og vænta eitt betri úrslit í ár, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Tillagingin til fallandi virksemið sæst ikki eins skjótt aftur og fallið í inntøkunum. Útlit eru tó til bíligari og effektivari rakstur í ár, tá øll tiltøk, sum eru sett í verk at minka um flotan, framleiðsluorku og rationalisera raksturin, fáa fullan virknað. Tvey flogfør fóru úr flotanum í fjør, og talið á flogferðum er minkað í mun til eftirspurningin. Hetta merkir, at hópuppsagnir hava verið. Umleið 165 fólk eru í fulltíðarstarvi hjá felagnum í dag ? um somu tíð í fjør var talið 255.

- Áhugin at koma til Føroya er størri í ár enn í fjør, og ferðafólkatalið fyrstu tveir mánaðirnar er á leið so, sum felagið hevði mett. Men tað hevði komið føroyskari flogvinnu og ferðavinnu væl við, um ferðaavgjøldini til landskassan og Vága Floghavn lækkaðu, tí so lækka eisini

ferðaseðlaprísirnir. Samanlagt eru ferðaavgjøldini til landskassan og flogvøllin í Føroyum millum tey dýrastu í Evropa, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.

- Felagið væntar at seta nýggja Airbus flogfarið í rakstur í Føroyum fyrsta ársfjórðing í 2012, tá longda flogbreytin í Vágum væntandi er tøk. Felagið tekur væl ímóti útbyggingini av flogvøllinum og setir sítt álit á, at skaptar verða góðar umstøður at reka flogferðslu við støð í Føroyum í framtíðini, boðar Atlantsflog frá í gjár.