KLM og Atlantic Airways hava skrivað undir eina CodeShare avtalu. Talan er um nýtt, slóðbrótandi samstarv í føroyskum høpi, tí tað merkir, at fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin flognummur, eisini at bera KLM-flognummur og harvið kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroyar við KLM. Avtalan inniber harvið eisini, at Føroyar eru settar á sølulistan á øllum 165 ferðamálunum hjá KLM um allan heim.
– Vit eru sera fegin í dag, tí hendan slóðbrótandi avtalan er eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum longri tíð. Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at knýta Føroyar nærri umheiminum, og hendan avtalan er eitt stórt fet rætta vegin. KLM er eitt av størstu altjóða flogfeløgunum, og við avtaluni knýta vit Føroyar upp í hetta risa netverkið, sum KLM hevur og gera harvið vøkru, fjarskotnu oyggjar okkara meiri atkomuligar enn nakrantíð fyrr, og tí er hetta eitt slóðbrótandi fet á leiðini í menningini av Føroyum sum ferðavinnulandi,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
KLM, sum hevur høvuðssæti í Hollandi, er eitt tað elsta og størsta flogfelagið í heiminum.
– Vit eru sera fegin um at víðka tað frammanundan góða samstarvið við Atlantic Airways og á tann hátt styrkja okkara norðurlendska netverk. Hendan nýggja avtalan fer at geva okkara ferðandi nógv meira smidleika, sigur. Anita Wagner Feddersen, stjóri fyri AirFrance KLM í Danmark og Íslandi.
Avtalan kemur í gildi 24. januar 2019.
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
14 tímar síðan
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd
5. oktober kl. 23:35
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
16 tímar síðan
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Smyril kann enda á Sundi
15 minuttir síðan
Tíðindi
Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar
51 minuttir síðan
Tíðindi
Setið í verk fíggjarpolitisk regluverk sum munar
58 minuttir síðan
Fótbóltur
B36 fekk fulla úrtøku móti AB
1 tími síðan
Lesarabrøv
Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni
1 tími síðan
Tíðindi
Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni
1 tími síðan
Tíðindi
Veðurstovan um illveðrið mikudagin
2 tímar síðan
Tíðindi
Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon
3 tímar síðan
Fótbóltur
Seks stig til KÍ og trý stig til HB
3 tímar síðan
Tíðindi
Landið hóttir við at taka 7 milliónir – býráðið er kallað saman
3 tímar síðan
Tíðindi
»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak
4 tímar síðan
Tíðindi
Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík
4 tímar síðan