Vegna vánalig veðurlíkindi er øll flogferðsla í kvøld avlýst.
Tað boðar Atlantsflog frá.
Illveðrið heldur á til í morgin og tí verður heldur ikki flogið í morgin fyrrapart.
Út í móti miðdegi er ætlanin at taka ferðsluna uppaftur.
Fyrsta flogfar úr Vágum verður RC450, sum fer til Keypmannahavnar kl 12:30.
Ferðafólk verða biðin um at fylgja við á www.atlantic.fo<http://www.atlantic.fo/>.