Mánakvøldið flutti nýggja bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi ein mann av fronskum trolara á Landssjúkrahúsið.
Tað var um hálvgum sjey tíðina mánakvøldið, at MRCC Tórshavn boðaði frá, at franska skipið Albert Granet hevði hjálp fyri neyðini.
Hóast sýnið var vánaligt, fór trylan hjá Atlantsflog avstað, og tað tók 41 minuttir at flúgva út til Alberg Granet.
Bjargingarmaður varð loraður niður á dekkið á skipinum, og síðani tók tyrlan bæði sjúklingin og bjargingarmannin upp. Tað gingu 14 minuttir frá tí, at tyrlan kom á staðið, til hon hevði fingið sjúklingin umborð.
Franski sjómaðurin varð fluttar á Landssjúkrahúsið, og hann hevur tað gott.
Føroyska bjargingartyrlan, sum kom til landið flaggdagin, hevur verið boðsend 10 ferðir í sambandi við bjarging ella sjúkraflutning.