Atlantsflog fer at bøta um flogmøguleikarnar í Vágum

Leiðslan í Atlantsflogi heldur tað vera alneyðugt er at bøta um reglusemi í rutuflúgvingini, tí nógvu seinkingarnar kosta flogfelagnum og øllum samfelgnum dýrt Tað sigur Magni Arge, stjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum, og tú tekur Atlantsflog sjálvt stig til at betra flogmøguleikar í Vágum.

Eini túsund fólk hava bíðað eftir at sleppa á flog, og hetta er helst ein tann ringasta vikan hjá føroyska flogfelagnum nakrantíð.

Tað ber til at bøta líkindini at lenda í mjørka, og Atlantsflog fyrireikar at seta fleiri ljósmastrar upp og leingja innflúgvingarljósini í báðum endum. Harumframt ræður um at seta sonevndu glíðibreytirnar upp út eftir Sørvágsfirði. Hetta eru tól, sum hava ligið í Vágum í meira enn 10 ár.

-Orsøkin til, at so lítið er gjørt við flogvøllin í Vágum, er, at ábyrgdin at endað millum tveir stólar, sigur Magni Arge, sum sigur, at Atlantsflog hevur tikið málið í egnar hendur, og at tað væntandi ber til at fáa útgerðina upp at standa longu komandi summar.