Atlantsflog fer at flúgva til Mallorca í summar

At landsstýrið nú hevur linkað koronutilmælini, soleiðis at mann ikki er kravdur fýra dagar heimauppihald, kemur væl við hjá ferðavinnuni

– Vit eru so fegin. Tað sær gott út, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

 

Samstundis hevur danska stjórnin latið upp fyri fleiri londum. Í Atlantsflogi hava tey tí nú avgjørt at seta flogferðaseðlar til heitari lond til sølu.

 

– Vit fara at flúgva tær ferðirnar, sum longu liggja til sølu. Keypmannahavn, Keflavik og so víðari. Men vit fara nú eisini at flúgva til Malloca eina ferð um vikuna. Vit byrja í juli, sigur ein fegin Jóhanna á Bergi.

 

Hetta er ikki tað einasta nýggja. Atlantsflog fer eisini at flúgva beinleiðis til Oslo eina ferð um vikuna, og í november fara tey at flúgva til Gran Canaria.

 

Bæði Mallorca og Gran Canaria eru á danska listanum av støðum, sum mann kann ferðast til nú.

 

Meta tit tað vera ráðiligt at senda føroyingar til hesi støð mitt í koronutíðini?

 

– Vit fara altíð at biðja fólk um at fylgja tilmælunum og seta seg væl inn í viðurskiftini í teimum støðum, tey ferðast til. Vit ætla at flúgva til tey lond, sum myndugleikarnir meta, at vit kunnu lata upp fyri, sigur stjórin í Atlantsflogi.

 

Tað verða annars eisini sett fleiri flogfør inn móti sumri, bæði til Danmarkar og aðrastaðni.