Ferðafólkatalið í Vágum setti met í juli, og tað merkir millum annað, at Atlantsflog hevur fingið stóran avsláttur í avgjaldinum.
Vága Floghavn er farin at lata flogfeløgum, sum menna nýggir leiðir millum Vágar og umheimin, avslátt í avgjøldunum. Tað veit heimasíðan hjá Kringvarpinum at siga í dag.
Sambært Kringvarpinum heldur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, at lægri ferðaseðlaprísir økja um áhugan hjá føroyingum at fara uttanlands, tá ið fólk vanliga ikki ferðast, eins og tað økir um áhugan hjá útlendingum at vitja Føroyar uttan fyri hásesong.
Eisini sigur Jákup Sverri Kass við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at tað hevur týdning fyri vøksturin í ferðafólkatalinum, at ferðaseðlarnir millum Føroyar og útheimin eru lækkaðir.