Flogferðsla
Sáttmáli: Føroyska flogfelagið Atlantic Airways skrivaði fríggjamorgunin undir nýggjan sáttmála við Aker Stord.
Hesin sáttmálin er um flutning av arbeiðsfólki til og frá Molde, har Aker Stord stendur fyri byggingini av einum stórum gassframleiðsluverki fyri Norsk Hydro. Verkætlanin kallast Ormen Lange.
Sáttmálin verður mettur til at hava eitt virði millum 60 og 100 mill. krónur.
Tað er á leið tað sama sum sáttmálin um flúgving fyri Aker Stord til Snøhvidt verkætlanina í Norðurnoregi.
Flúgvingin til Molde tekur seg upp í august í ár, og mennist rættiliga á várið 2006 og heldur síðani fram móti ársenda í 2007.
- Hetta skapar grundarlag fyri fjórða flogfarinum í flotanum. Tí fær eitt flogfar við manning helst støð í Stavanger tíðliga í heyst, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.