Atlantsflog fingið fýra nýggjar flogskiparar

Hetta er ein stórur dagur, sigur Atlantsflog

Mánadagin kundi Atlantsflog hátíðarhalda, at felagið enn eina ferð hevur útbúgvið føroyskar flogskiparar til føroysku flogvinnuna. Hesa ferð er talan um fýra nýggjar flogskiparar, sum eru góðkendir at flúgva Airbus 320 flogfør sum Atlantsflog hevur. Teir fýra nýggju flogskipararnir eru Bogi av Vollanum, Heri Magnason Arge, Mortan Fjørðoy og Niels Pætur Wraae, og teir hava nú allir fingið prógv uppá at kunna flúgva Airbus 320 flogfør.

 

– Tað er ikki sjálvsagt í einum lítlum landi sum okakra og krevur eisini, at førleikamenning verður raðfest, fyrireikað og arbeitt miðvíst ímóti at útbúgva føroyskar flogskiparar og røkka hesum máli, sigur Atlantsflog

 

 Longu í 2016 fingu seks tey fyrstu prógv sum Airbus 320 og síðani tá hava 10 afturat fingið flogskiparaprógv. Atlantsflog sigur, at tað gongur framá hjá teimum, hóast tey framvegis arbeiða seg upp aftur eftir koronufarsóttina. Ferðafólkatalið er vaksið munandi, eitt flogfar er komið afturat í flotan, og tørvur verður tí á fleiri flogskiparum í næstum.