– Vit flúgva so leingi tað ikki verður mælt frá at ferðast. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
Í gjár herdu myndugleikarnir ávaringarnar ómóti at ferðast í fleiri londum í Evropa. Danska Heilsustýrið sigur at nú skulu tey, sum ferðast til Frakland, Eysturríki, Týsklands og Spania, vísa serliga stórt varsemi – og tey, sum ferðast til Niðurlond, skulu vera varin.
Tey siga, at fólk skulu alla tíðina hava sína egnu trygd í huga og at fylgja við teimum tilmælum, myndugleikarnir í hesum londunum koma við.
Atlantsflog flýgur bæði til París og til Cran Canaria, sum er ein sponsk oyggj, men Jóhanna á Bergi sigur, at sum støðan er nú, verður flogið sum vant.
– Vit hava ansað eftir, at myndugleikarnir hava mælt fólki, sum ferðast til Fraklands og til Spania, til at v vísa eitt serligt varsemi, sigur Jóhanna á Bergi.
Men tey hava eisini ansað eftir, at tað verður ikki mælt frá at ferðast, leggur hon afturat.
Og hon sigur, at so leingi eitt land ikki er komið á tann reyða listan, har tað verður mælt frá at ferðast, ætla tey at flúgva eftir vanligari ferðaætlan.
Men tey fylgja væl við gongdini og taka støðu frá degi til dags, sigur hon.
Hon sigur annars, at tey hava annars ikki merkt nakað serligt til, at ferðahugurin hjá føroyingum er minkaður, nú smittuvandin er øktur.
Men hon sigur kortini, at tey merkja støðuna nakað, serliga í sambandi søluna av ferðaseðlum til túrar í framtíðini. Men hon heldur, at enn er tað kanska nakað tíðliga at meta um, hvussu hetta fer at ávirka ferðaseðlasøluna hjá Atlantsflogi.